Hans Kristian ársins telvari

Ársins telvari 2001 varð uttan iva 18 ára gamli kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen. Frá byrjan til endan av árinum hevði hann bert góð úrslit at vísa á, og nýggja talvár hansara hevur somuleiðis fingið eina góða byrjan

Árið 2001 varð eitt sera hendingarríkt føroyskt talvár. Í vetur endaði liðkappingin 2000/2001 við Havnar Telvingarfelag sum føroyameistara, og eisini fingu unglingar okkara góð úrslit í Norðurlandameistaraheitinum. Havnar Telvingarfelag skipaði fyri einari rataðari várkapping, og hesa vann Olaf Berg í serklassa. Á páskum John Rødgaard føroyameistari í FM-einstaklingakappingini í harðari kapping við Eyðun Nolsøe. Olaf Berg vann almenna bólkin, har Terji Petersen gav honum kapping til síðsta talv. Hans Kristian Simonsen vann unglingabólkin, meðan Petur Højgaard vann veteranbólkin. FM varð telvað í Vestmanna, og varð tað ein sera væleydnað FM-kapping, har vestmenningar bæði dugdu fyrimyndarliga væl at fyrireika kappingina, samstundis sum blíðskapurin var í hásæti.

Heimsins besti í Føroyum
Stórhendingin í farna árinum varð sjálvsagt í juni mánaða tá heimsins besti telvari Garry Kasparov vitjaði Føroyar í fýra dagar.

Vitjanin kom í lag eftir drúgvt og væl fyrireikaðum arbeiði frá Talvsambandi Føroyum. Stutt sagt ein ótrúlig hending, serliga fyri talváhugaði í Føroyum, men eisini fyri føroyingar yvirhøvur eftirsum øll kenna heimskenda navnið. Kasparov telvaði simultantelving í Klaksvík, og vann 24-1 har áður nevndi Hans Kristian Simonsen sensationelt vann á talvkonginum. Talvið og tíðindini um úrslit Hans Kristians fór víða um allan heimin. Síðani vann Kasparov 5-1 á landsliðnum í simultantelving í Norðurlandahúsinum. John Arni Nilssen og Heini Olsen megnaðu óvæntað at leika javnleik. Sjálvur segði Kasparov seg vera væl móttiknan í Føroyum og fór av landinum sum ein fegin maður.

Í summar varð FM í snartalvi leikt í Havnini, og vinnari bleiv IM John Rødgaard meðan Jóan Hendrik Andreasen og Flóvin Tór Næs endaðu næstfremstir í vælmannaðu og sterku snarkappingini. Í August vitjaðu íslendingar frá norður- og eysturlandinum. Føroyan vunnu hendan landsdyst við heili 14,5-5,5. John Arni Nilssen luttók í august mánaða í NM við góðum úrslitum.

Heystið
Ólavur Simonsen vann árligu Íslandssúlukappingina framanfyri Hans Kristian í september. Vestmenningar skipaðu fyri jubileumskapping somuleiðis í september, tá teir í fjør høvdu 50 ára stovningsdag. Klaksvíkingar vunnu hesa vælmannaðu liðkapping.

FM-Liðkappingin byrjaði í oktober, og eftir at komin er í helvt eru klaksvíkingar fremstir við havnarmonnum og vestmenningum í hølunum. 6. Umfar verður komandi leygardag. Í oktober umboðaði Hans Kristian føroyar í HM kappingini fyri ungdómar. Hann fekk eitt megnarúrslit, sum viðførdi eitt altjóða ratingtal áljóðandi 2234, samstundis sum føroyska talið fekk eitt stórt lop.

Havnar Telvingarfelag skipaði fyri HT-open í november, og vinnarar blivu Olaf Berg og Ólavur Simonsen. Martin Poulsen, Herluf Hansen og Hans Kristian vóru eisini væl við í toppstríðnum.

Aktiviteturin í føroyum varð tískil rúgvismikil í 2001. Talvútisetarnir í Keypmannahavn vóru somuleiðis sera aktivir í farna árinum. Í donsku 2. deild liggja teir trifremstir nú kappingin er komin í helvt. Útisetar okkara eru oftani í kapping á flatlondum, har nógvar eru at velja ímlillum.
2002 er talvolympiadu ár. OL verður í Slovenia komandi heyst. Telvarar plaga at stríðast eyka nógv tá Olympiada er, við vón um at blíva úttiknir, og tí kann bert væntast at aktiviteturin í hesum árinum ikki verður minni enn í fjør.

Hans Kristian og Martin í Svøriki
Rilton Cup er kend kapping. Telvarar víða um luttaka í hesari siðvandu kapping og harímillum onkuntíð eisini føroyingar. Kappingin varð í døgunum 27. des ? 05. jan.
Hans Kristian fekk eitt gott úrslit við sínum hálvum fimta stigi av níggju møguligum, meðan Martin Poulsen hevði eina minni góða kapping við hálvum fjórða stigi. Hans Kristian vinnur sær nøkur ratingstig, meðan Martin helst missur nøkur fá. Vinnari bleiv sviin GM Agrest.