Ein heilsan til ein góðan vin og skyldmann.
Stendur tú á Mjóstýggj
og lítur yvir tíni sjeyti ár.
Ja, var tað eins og í gjár,
vit stóðu á trappusteininum
Í Gamla Kommunuskúlanum
og litu yvir Áarveg og landið alt
við høvuðgráum, fóthvítum brævbjálva
við próvnum í
og góðum vónum
um eitt gott lív og sælar dagar
í Føroya skúla.
At líta yvir landið ovast uppi frá
er ein Guðs gáva í sjúti ár.
Kallurin stendur so stinnur,
Borgarin so svinnur,
Djúpini sum ein sveiti
og hvílir ond
um hvørt eitt leiti
hesa løtu um hesi lond.
Ein spegilsmynd um farnar dagar
har mangt og mikið í bylgjum
ráddi í løtum -
um flúr og sker
í hvørji afturundirgerð,
men stundir flestu vóru sælar
sum seiðalygnir
í blankum íðukálvum,
har friðarløtan
kvað ein heystardag
á Mjóstýggj,
eitt dýrdarlag,
oman fyri lívsins Góðadal.
Eitt kvæði í okkurgulum jørðildi,
í dimmbláum sjógvi,
í løttum támi um Borgarin og Kall,
um lívsins havsbrúgv
millum Kall og Nasa
um ein mann í sjúti ár
í vinabondum í trú og trúgv
frá farnum døgum
setti búgv í hugans heimi
frá góðu m løtum.
Takk fyri vinabond
á heimsin gøtum
í sælari, lagligari ond.
-----
Frits