Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur júst nú boðað frá, at hann leggur frá sær Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur á tíðindafundi nú klokkan 18 boðað frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.
Hans Pauli Strøm fer í kvøld at skriva løgmanni bræv, har hann fer at boða frá, at hann sigur seg frá sum landsstýrismann.
Á tíðindafundinum segði Hans Pauli Strøm, at hann hevur góða samvitsku, men at hann hevur valt at leggja frá sær, tí tað ikki ber til, at tað framhaldandi verður politiskur ófriður um seg og málsøkið, sum hann hevur havt ábyrgdina fyri. Hetta ber ikki til fyri Hans Paula sjálvan og familjuna, fyri Javnaðarflokkin og samgonguna og fyri tey, sum eru tengd at heilsumálaráðnum og økjunum, sum ráðið hevur við at gera, segði Hans Pauli Strøm, sum ikki duldi fyri, at hann sær hetta sum politiskan ágang frá Tjóðveldinum.
Hans Pauli Strøm hevur verið landsstýrismaður síðani 4. februar í 2004. Fram til 26. september í 2008 var hann landsstýrismaður í almennamálum og heilsumálum, og síðani 26. september í fjør hevur hann verið landsstýrismaður í heilsumálum.
Hans Pauli varð valdur sum tingmaður á løgtingsvalinum 19. januar í 2008 við 383 persónligum atkvøðum, og hann fer nú aftur í tingið. Mikkjal Sørensen hevur verið eykamaður fyri Hans Paula Strøm, og hann fer nú úr løgtinginum.
Tað er ikki greitt, hvønn Javnaðarflokkurin fer at mæla løgmanni at tilnevna sum landsstýrismann í staðin fyri Hans Paula Strøm.