Skattalættin
? Tað var nú tíðliga, at Hans Pauli Strøm byrjaði!
Jørgen Niclasen, formaður fyri fólkaflokkin, er alt annað enn fegin um, at ein partur av samgonguni nú er farin at mótmæla politikkin hjá samgonguni, longu nú, hon ikki hevur sitið í meiri enn nakrar fáar dagar.
Tað er sjálvsagt fráboðaði skattalættin, sum vit tosa um!
Fakfeløgini hava funnist hvassliga at fráboðaða skattalættanum og nú tekur landsstýrismaður javnaðarfloksins undir við teimum og krevur broytingar.
Eftir tí, sum Jørgen Niclasen sigur, kann hetta ikki uppfatast sum annað enn, at eitt tekin um, at javnaðarflokkurin í samgonguni longu er linkaðu í kongunum.
Jørgen Niclasen sigur at fráboðaði skattalættin er ein avtala í samgonguni.
Men hann heldur eisini, at hetta er ein máti hjá Hans Paula Strøm at gera vart við seg politiskt og tað dámar honum einki.
?Meinar Hans Pauli Strøm veruliga nakað við sítt mótmæli ímóti skattalættanum, skuldi hann havt tikið tað til viðgerðar innanhýsis í samgonguni.
? Men vil hann vissa sær at fáa so lítið burturúr sum gjørligt, so skal hann júst gera, sum hann hevur gjør og tað er at profilera seg í fjølmiðlunum.
Men Jørgen Niclasen heldur, at tað var nú tíðliga, at Hans Pauli Strøm byrjaði at leggja seg út í málsøki hjá øðrum landsstýrismann. Hann mátti annars havt úr at gjørt við at umsita sítt egna málsøki, sum er tað mest umfatandi málsøki av øllum.
Var ikki við
Formaður fólkafloksins á tingi staðfestir, at Hans Pauli Strøm var ikki við í samráðingunum um nýggja samgongu.
? Tí hevur hann ikki ánilsi av, hvat er farið fram við samráðingarborðið.
Men sjálvur var tingmaðurin úr Vágum við.
Og hann heldur ikki, at nøkur avtala er brotin og at fráboðaði skattalættin ikki er tað, sum avtalað er frammanundan, soleiðis sum hans Pauli Strøm vil vera við.
Jørgen Niclasen vísir á, at í samráðingunum er spurningurin um skattalætta og samhaldsfasti eftirlønargrunnurin eru samantvinnað.
? Javnaðarflokkurin kravdi at fáa samhaldsfasta uppí fyri at hann kundi betala meiri út til eftirløn.
? Úrslitið er skrivað niður í eitt skjal, sum eisini javnaðarflokkurin hevur undirskrivað.
? Men ætlar javnaðarflokkurin at siga avtaluna upp, so er ein nýggj støða og so mugu vit samráðast um skattalættan og samhaldsfasta av nýggjum, sigur formaður fólkafloksins á tingi.
Og hann leggur dent á, at orsøkin til, at tær lægru inntøkurnar merkja so lítið til skattalættan er júst tann, at allir løntakarar skulu betala meir í samhaldsfasta hereftir.
?Men tað var eftir kravið frá javnaðarflokkinum sjálvum. Og hóast inngjaldið til samhaldsfasta skal hækka, er kortini talan um ein skattalætta til lágar inntøkur.
Arbeiðaravinarligur skattastigi
Jørgen Niclasen sigur, at tað, sum var til umrøðu í samráðingunum til nýggja samgongu, var at finna ein leist fyri, hvussu ein arbeiðaravinarligur skattastigi sá út, tí tað er skattastigin ikki.
? Í løtuni renna sjálvt inntøkur upp á 170.000 seg uppundir skattaloftið. Tað hava vit nú broytt, so at tað markið verður flutt upp til 300.000 krónur. Samstundis skal botnfrádrátturin hækka.
? Men orsøkin til, at heilt lágar inntøkur merkja so lítið til skattalættan er, at tær betala so lítið í landsskatti. Lágar inntøkur betala næstan bara kommunuskatt og tað kann landið onki gera við.
Úrslitið verður, at lág og miðalinntøkur koma ikki at betala meiri enn 40% í skatti og tey renna seg ikki í skattaloftið, fyrrenn inntøkan er komin nógv longri upp.
? Stóra fjøldin av skattgjaldarum forvinna ímillum 170.000 - og 300.000 krónur um árið og tí hevur tað týdning at gera ein skattastiga, sum ikki tekur hugin frá hesum bólkinum at arbeiða.
Tó ásannar Jørgen Niclasen, at samgon gan fór ikki heilt í dýpdina, men vit hava avtalað leistin og tað hevur javnaðarflokkurin undirskrivað.