Í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin er Víkingur topplið í Effo-deildini.
Tað er greitt, eftir at Víkingur í dýrdarveðri á Skála seinnapartin vann 3-1. Harvið hevur Víkingur 25 stig ella tvey fleiri enn B36 og KÍ, sum skulu í eldin seinnapartin í morgin. B36 skal spæla í Fuglafirði, og KÍ fær vitjan av TB.
Stóri maðurin á Víkinga liðnum í dag var Hans Pauli Samuelsen, sum vísti besta avrikið, síðani hann undan hesum kappingarárinum flutti úr B36 og til Víking. Í fjør var hann sera eyðsýndur, men higartil í ár hevur tað verið ikki frítt av mótbrekku.
Í dag glapp hjá Hans Paula Samuelsen, sum legði upp til útjavnandi málið, sum Andreas Lava Olsen skoraði í fyrra hálvleiki, eftir at Álvur F. Christiansen við brotssparki hevði lagt Skála framum.
Eftir steðgin legði Hans Pauli Samuelsen Víking framum við brotssparki, og fram ímóti dystarenda pløkkaði hann sera hegnisliga bóltin úr heilt spískum í vinstru og í handara síðunetið.
Skála er á sjeynda plássi – eitt stig frammanfyri TB og tvey stig frammanfyri AB.
Hóskvøldið hittast Skála og Víkingur aftur á Skála. Tá verður tað í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Skála-Víkingur 1-3 (1-1)
1-0: Álvur F. Christiansen br 12
1-1: Andreas Lava Olsen 39.
1-2: Hans Pauli Samuelsen br 59.
1-3: Hans Pauli Samuelsen 79.
Dómari: Rúni Gaardbo
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen – Símun Petur Poulsen, Ólavur Mikkelsen (Jákup Joensen, 83.), Edvin Jacobsen – Jákup Johansen (Hendrik á Fríðriksmørk, 90.), Jónhard Frederiksberg, Álvur F. Christiansen (Arnhold Berg, 59.)
Gult kort: Ólavur Mikkelsen, Arnhold Berg
Venjari: Pauli Poulsen
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Sorin Anghel (Jón Krosslá Poulsen, 85.), Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen (Sámal Jákup Joensen, 72.) – Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 66.) – Andreas Lava Olsen, Philip Djordjevic, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus
Venjari: Sámal Erik Hentze
Í morgin
KÍ-TB
ÍF-B36
B68-AB
HB-NSÍ