Hans skrivað ritgerð um pelagiska kompleksið

14. mai vardi Hans Ellefsen doktararitgerð um »Pelagiska kompleksið« við Syddansk Universitet í Esbjerg. Hetta er ein phd verkætlan, ið er gjørd yvir trý ár við universitetið, men meginparturin av arbeiðinum er farið fram í Føroyum, umframt eitt tíðarskeið við universitetið í San Diego í California

Tað var í veruleikanum Hjalti í Jákupsstovu, ið kom við hugskotinum at fáa meira búskaparfrøði inn í fiskiveiðiavtalurnar, ið gjørdar verða. Og hesum loftaði Hans Ellefsen, ið tók prógv sum búskaparfrøðingur í 1998.
Hann hevði tá arbeitt í Landsbankanum í 10 ár, og hann fór tí at lesa við Syddansk Universitet í 2010, har vegleiðarin gjørdist Lone Kronbak.
- Men hóast eg læs við Syddansk Universitet í Esbjerg, fór lesnaðurin fyri tað mesta frm her heima í Føroyum, fyrst á Havstovuni og seinni í Landsbankanum, sigur Hans Ellefsen.
Ein stórur partur av tíðini fer við at granska skrivliga tilfarið, ið fyriliggur um evnið.
- Í stuttum kann sigast, at ritgerðin byggir á fýra greinar, sum viðgera evnið út frá ymiskum sjónarvinklum, sigur Hans Ellefsen.
Í fyrstu greinini verða altjóða avtalur um fiskastovnar samanlíknaðar við altjóða avtalur um umhvørvisspurningar. Tvær kendar avtalur um umhvørvis spurningar eru td. Kyoto og Montreal avtalurnar. Kyoto avtalan er um at minka CO2 útlátið meðan Montreal avtalan er um at minka útlátið av ávísum gassum og harvið verja ozonlagið. Montreal avtalan hevur eyðnast nógv betur enn Kyoto, hví tað er so kann forklárast út frá spælteori, við at hyggja eftir hvussu avtalurnar eru gjørdar. Ma. eru menningarlond ikki partur av Kyoto avtaluni, og tí kunnu tey ríku londini flyta teirra framleiðslu til menningarlond.
- Viðvíkjandi Montreal avtaluni gekk hon í stuttum út upp á, at banna freon í køliskápum, fyri at verja ozonlagið, og hendan avtalan hevur víst seg at virka sera væl, sigur Hans Ellefsen.

Ovfiska ein møguleiki
Í næstu greinini verður hugt at staðfestingini um, at tað er verri at gera avtalur, um tað eru fleiri partar, sum skulu semjast. Serliga verður hugt at makrelinum, har tað upprunaliga vóru trý lond (EU, Noreg og Føroyar) og so legðist eitt fjórða land aftrat (Ísland). Víst verður, at tað er møguligt at gera eina avtalu, um tað eru tríggir partar, men um ein fjórði kemur inn er tað júst nóg mikið til, at tað loysur seg hjá minni partunum at bróta út úr avtalunum. Minni partarnir í hesum sambandi eru Ísland og Føroyar, og hesir fáa nú meira við ikki at samarbeiða enn við at samarbeiða, og tí er tað ein orsøk hjá teimum at bróta út.
Triðja greinin er um at samanbinda fleiri avtalur, ið ger at tann samlaða avtalan verður meira stabil. (Samanber við at lønarsamráðingar ofta handla um annað enn bara løn). Her kundi verið hugt eftir at gjørt eina samlaða avtalu um sild og makrel. Hinvegin síggja vit í dag at EU til dømis roynir at gera handilsforðingar fyri Føroyar og Ísland, sum eisini er at blanda onnur viðurskifti uppí. Her vil eitt størri land hava fyrimunir fram um eitt minni land.
Í fjórðu og seinastu greinini verður hugt eftir, um samanhangur er millum stovnsstødd av makreli og um hann er í íslenskum sjógvi. Síðan 2007 hevur stovnstøddin á makreli verið omanfyri 3.5 milliónir tons sambært ICES, júst somu árini hevur makrelurin verið í íslendskum sjógvi. Spurningurin, eg vil svara, er um tað loysur seg hjá teimum upprunaligu londunum (EU, Noreg og Føroyar) at fiska stovnin niður soleiðis, at makrelurin ikki kemur í íslendskan sjógv. Her vísa úrslitini, at tað í nøkrum førum er eitt gott hugskot fyri teir upprunaligu partarnar at fiska stovnin niðurum 3.5 milliónir tons, tí so skal Ísland ikki hava ein part.

Tragedy of the Commons
Yvirorðnaði spurningurin er, hvussu avtalur kunnu gerast, sum eru stabilar yvir tíð. Stabilar avtalur eru tær, sum ikki føra til ósemjur. Ósemjur eru ikki góðar, tí at ósemjur føra til, at tað verður yvirfiskað, og at tað tí verður minni til av fiskinum í framtíðini.
Í míni ritgerð kannaði eg teir pelagisku fiskastovnarnar í norðuratlanshavið, tað er svartkjaftur, makrelur og sild. Hesir virðismiklu stovnar hava verið orsøkir til ósemjur fleiri ferðir seinastu árini, og eru Føroyar nú partar av ósemjum í bæði sild og makreli, sigur Hans Ellefsen.
Orsøkirnar til ósemjurnar eru ofta at fiskastovnarnir skifta ferðingamynstur.
Háttalagið (metodan), sum hetta er greinað eftir, er tann sokallað spælteoriin. Spælteori er analysan av interaktión millum partar. Hetta er eitt øki innan búskaparfrøði, sum verður brúkt, tá fleiri partar taka avgerðir samstundis, og neyðugt er at hugsa strategiskt, sigur Hans Ellefsen.
Spurningurin, sum verður svaraður í spælteori er, hvat er besta strategiin hjá mær, givið hvat hin parturin ger. Serliga áhugavert í hesum sambandi er tann sokallaða »Tragedy of the Commons« hjá Hardin (1968).
Søgan stavar frá Onglandi har kýrnar vóru á einum felags øki, sum var alt ov nógv troytt. Fyri tann einstaka bóndan gav tað meining, at lata allar kýrnar koma á bøin, meðan fyri allar undir einum var tað best at avmarka atgongdina. Hetta kann førast beint yvir á fiskiskap og ovurfisking, tí havið er at roknað sum eitt felags øki, sigu Hans Ellefsen.

Lønandi samstarv
Søguliga eru nógvar avtalur gjørdar um felags umsiting av havsins tilfeingi. Fyrsta avtalan varð gjørd millum fýra partar runt um Stillahavið longu í 1911.
Hendan avtalan var um kópar. Hon var sera væleydnað, tí hon helt í 70 ár, og tá var eingin marknaður fyri kópaskinn longur. Hendan avtalan var gjørd soleiðis, at hon gav øllum pørtunum eina orsøk til at vera verandi í avtaluni, og tí ikki bróta út úr henni, sigur Hans Ellefsen.
Sambært spælteorini eru tað fleiri treytir, sum skulu vera uppfyltar, um tað skal verða gjørligt at hava eina avtalu millum partar.
Fyrst av øllum skal tað vera ein orsøk til at samarbeiða, tað vil siga at samlað skulu partarnir fáa okkurt buturúr at samstarva. Eisini er tað neyðugt at hvør partur í minsta lagi fær tað burturúr, sum hann annars hevði fingið. Til seinast má byrgjast fyri at triði partar kunnu undirminera avtaluna, sigur Hans Ellefsen.
Hann er í dag knýttur at Fiskimálaráðnum, og kannar í løtuni tilfeingisrentuna.
Hetta er ein verkætlan, ið skal staðfesta, hvussu nógv skip skulu veiða undir Føroyum, fyri at fáa mest lønandi vinnuna, sigur Hans Ellefsen, sum nú kann kalla seg doktara í pelagiska kompleksinum.