Í morgun byrjaðu teir at landa trolbátin Hansu Mariu í Leirvík eftir roktúr á Rygginum. Trolbáturin hevur fiskað í lítið meira enn eitt samdøgur, og veiðan er stívliga 60.000 pund.
In.fo var á bryggjuni í Leirvík í morgun, tá teir vóru í holt við at landa Hansu Mariu. Nógv tann størsti parturin av veiðini er stórur toskur, og nakað er av eitt nú upsa, kongafiski og øðrum fiskasløgum.
Tað var gott lag á bryggjuni í Leirvík í morgun. Onkur segði, at teir á Hansu Mariu bert høvdu fiskað í 20 tímar, onkur annar segði í 30 tímar. Men - líkamikið - er hetta ein góður túrur, ein roktúrur av teimum heilt góðu.