Hanstholm Havn útbyggjast fyri eina milliard

Havnin í Hansthom, sum Norröna siglir til part av árinum, skal nú útbyggjast. Talan er um eina milliardaætlan, ið skal seta Hanstholm Havn á heimskortið

Vinna

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Fyrr í mánaðinum løgdu umboð fyri Hanstholm Havn fram eina ætlan fyri víðari menning, sum bæði stílar høgt og er ein avbjóðing við íløgum. Um øll ætlanin skal førast út í lívið, verður talan um íløgur á til samans eina milliard krónur. Havnin metir tað sjálv vera gjørligt at fíggja 60 prosent av íløgunum, meðan ES og danski staturin væntast at koma við hinum 40 prosentunum.

- Tá ætlanin er liðug, kemur Hanstholm Havn veruliga á heimskortið sum ein havn, har fiskivinna enn er ein hornasteinur, segði Poul Arne Jensen, formaður fyri havnastýrið.

Stjórin í Hanstholm Havn, Birgitte Juul, greiddi frá, at havnin framyvir skal byggja sítt virksemi á trý ting. Tað eru fiskivinna, góðs- og ferðafólkasigling, umframt ein satsningur upp á umhvørvi og orku. Har í liggur, at nýggju molarnir skulu nýtast til bæði vindmyllur og vatnorkuverk.

Fyri føroyingar er tað serliga áhugavert at so stór útbygging verður framd í hesi havnini júst nú. Í november, júst áðrenn bjargingina av Smyril Line tann 8. November 2008, boðaði leiðslan í Smyril Line frá tann 6. November 2008, at Norröna framyvir bert fór at sigla til Hanstholm summarmánaðirnar, og at tey heldur valdu at sigla til Esbjerg hinar tríggjar ársfjórðingarnar.

Eftir tíðarætlanini verður útbyggingin gjørd í tveimum stigum frá 2011 til 2016. Fram til 2011 skal arbeiðast við fígging, projektering og eini røð av frumkanningum.