Føroya besti vísusangari verður aftur í ár við á Summar Festivalinum. Hanus G. Johansen hevur spælt øll árini á Summar Festivalinum, og framførslurnar hava verið framúr góðar Tíðindaskriv
Hanus G. Johansen hoyrir við til ein góðan Summar Festival. Á øllum trimum undanfarnu Summar Festivalunum hevur Hanus G. Johansen spælt, og hansara framførslur hava verið framúr góðar.
Aftur í ár verður Hanus við á Summar Festivalinum, og tað fegnast fyrireikararnir av festivalinum um.
- Hanus er helst okkara besti vísusangari, og hann er eitt tað fyrsta navnið, sum vit fara eftir á hvørjum ári. Framførslurnar hjá Hanus á festivalunum higartil vísa, at hann hoyrir heima á einum festivali sum Summar Festivalinum, siga fyrireikararnir.
Í fjør hevði Hanus ein fantastiska framførslu á stóra pallinum á Vágsbøi, og tað var líka við, at stóra áhoyrarafjøldin ikki vildi lata hann fara av pallinum aftur.
Tað er kanska ikki so løgið, at tað kennist, sum at Hanus spælir á heimavølli í Klaksvík. Hanus er nevniliga klaksvíkingur, hóast hann ikki hevur búð í Klaksvík mongu seinnu árini.
Framúr vísusangari
Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum.
Hanus var til dømis við fyrstu árini hjá Frændum, og hann leggur sína rødd til sangir á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum.
Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld ? um hon er stór ella lítil. Útgávan Gaman og álvara staðfesti støðuna hjá Hanus sum ein framúr lagasmið og sangara ? ikki minst tá ið hann tulkaði Pól F. Joensen.
Hanus hevur eisini spælt saman við klassiska orkestrinum Aldubáruni, og í fjør gav hann fløgu út við tónleiki, sum hann hevði gjørt til yrkingar hjá norðmanninum Jakob Sande.
Men Hanus er kanska allarbest á pallinum, og í august mánaði ber til at uppliva hann á Summar Festivalinum.