- Hetta var ein harður dystur. Tað merkist, at hetta var ein EM-dystur. Orðini eigur U17 landsliðsspælarin, Hanus Sørensen, sum hevur sáttmála við FC Midtjylland. Eitt sterkt skotskt U17 landslið vann ein uppibornan 2-0 sigur á Føroyum.
Hanus Sørensen heldur, at talan var um ógvuliga sterka skotska mótstøðu: - Vit blivu yvirmatchaðir á øllum plássum, ásannar Hanus Sørensen.
Men Hanus Sørensen og hinir spælararnir hava longu lagt dystin afturum seg, og nú fara teir á gistingarhúsið fyri síðani at fokusera uppá dystin ímóti Fraklandi, sum verður leygarmorgun klokkan 11. Ein dystur Rás2 sjálvandi sigur frá.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 beint aftaná tann søguliga EM-endaspælsdystin ímóti Skotlandi