Leygarkvøldið 3 apríl fer Hanus G. Johansen á pallin í Bygdarhúsinum á Strondum. Fólkakæri vísusangari og allarhelst ein tann besti til at fanga eina mannafjøld fer Hanus óivað eisini at geva áhoyrarunum eina framúr framførslu leygarkvøldið. Seinastu tíðina hevur Hanus haft framførðslur við nýggjum løgum og
hettar verður eisini ein partur av skránni leygarkvøldið.