Hanus Sørensen hevur eftir fýra ár í FC Midtjylland, spælt sín seinasta dyst fyri danska felagið. Hann hevur verið partur av ungdómsdeildini hjá FCM, og hevur spælt við bæði U17 og U19-liðnum.
Hann fór sum ungur til ungdómsdeildina hjá FC Midtjylland. Hann var partur av føroyska U17-landsliðnum, sum í 2017 spældi í EM-endaspælinum í Kroatia. Við FC Midtjylland hevur hann millum annað spælt í Youth League, sum er ungdómsversión av Champions League. Fyri kortum segði hann soleiðis við In.fo.
- Beint nú spæli eg við U19-liðnum og eri ein fastur partur av tí. Eg havi spælt allar dystirnar uttan ein. Eg havi eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, og so fáa vit at síggja hvat tað verður til aftaná tað, segði Hanus Sørensen, ið nú er bakkur, heldur enn vongur.
- Tað eru nógvir spælarar, sum koma til FC Midtjylland, ið eru kantar. Tá sær FCM møguleikar at gera nakar til bakkar. Eg var ein av teimum. Eg havi verið bakkur á flestu av liðnum hjá FC Midtjyllandi, men havi verið vongur í Føroyum. Nú eri eg bara bakkur, so eg ikki skal skifta í millum. Tað er lættari at verða eitt stað, sigur Hanus Sørensen.
Sum skilst, so verður Hanus Sørensen verandi uttanlands og helst verður tað avgreitt ein av komandi døgunum.
##med2##