Hanus leyp undan kúluni

Tá Hanus Lassen fór í køksvindeygað fyri at vita, hvat var áfatt uttanfyri, vendi ein av dreingjunum rifluni ímóti honum og skjeyt

 

Hanus Lassen við blóðdálkaðari skjúrtu framman fyri køksvindeygað. Tvey skot vórðu latin av eftir Hanusi sum hann stóð framman fyri vindeygað. Men lukku tíð kláraði hann at leypa undan

(KLAKSVÍK) Hanus Lassen og familjan hjá honum fingu ein kvøkk fyri lívið, tá dreingirnir, sum gjørdu um seg á Brekku í Klaksvík sunnukvøldið, skutu við riflu inn í køksvindeygað hjá teimum.

- Eg hoyrdi skot uttanfyri og fór í køksvindeygað fyri at vita, hvat var áfatt. Tá sá ein av dreingjunum meg, og hann vendi rifluni beint ímóti mær. Eg leyp úr vindeyganum, men tá small eitt skot, og ein kúla kom sendandi inn gjøgnum køksrútin, greiðir Hanus Lassen frá.

- Eg fekk glassplintur í kjálkan og bløddi eitt sindur, men annars fekk ongan skaða, sigur hann.


Smábørn í køksvindeyganum

Knappir tveir tímar eru farnir síðani tilburðin, og Hanus stendur í køkinum og greiðir frá hendingini. Hann hevur eitt plástur á kjálkanum, har glasbrot raktu hann. Skjúrtan og slipsið eru blóðdálkað, og bæði í køkinum og í stovuni síggjast slóðirnar eftir kúlurnar, sum vórðu sendar inn í húsini.

- Vit høvdu tvey smábørn í húsinum, og tey høvdu staðið frammanfyri køksvindeygað stutt frammanundan, sigur hann.

Konan var eisini í húsunum, tá fyrsta kúlan kom gjøgnum køksrútin.

- Tá fyrsta skotið kom, leyp eg inn í stovuna at goyma meg, og síðani rýmdu vit úr húsunum, greiðir kona Hanus, Elin, frá.

Stutt aftaná skjeyt ein av dreingjunum enn eitt skot inn gjøgnum køksvindeygað, men hesa ferð fekk eingin skaða av kúluni. Fimm fólk vóru í húsunum, tá fyrsta skotið varð vent móti køksvindeyganum, men tey rýmdu øll á dyr eftir hendingina.


Tvørtur

ígjøgnum húsini

Í køkinum liggja glasbrot á gólvinum. Tvey rund hol eru í køksvindeyganum, og í stovuni hava kúlurnar gjørt nakað av skaða. Barometrið er dottið á gólvið, stovuborðið hevur fingið eina skeinu av einari kúlu, sum síðani fór ígjøgnum ein rút í stovuhurðini og upp undir loftið.

Eisini á á loftinum hava dreingirnir skotið eina kúlu ígjøgnum vesivindeygað, men har var eingin serligur skaði hendur.

Í køksvegginum er prógv um, at talan var um serlig projektil, tí har kúlan er farin inn er eitt lítið runt hol, og hinumegin veggin - inni í stovuni - er eitt stórt hol, har kúlan er farin útaftur, og síðani hevur hildið leiðina tvørtur ígjøgnum húsini.

- Hetta er óhugaligt. Eg hevði aldri væntað, at slíkt skuldi fara henda her, sigur Hanus Lassen.

Hann og familjan fór innaftur til sín sjálvs, eftir at løgreglan hevði handtikið teir fýra dreingirnar. Telefonin ringdi alla tíðina, og allan vegin gjøgnum húsið sóust slóðirnar eftir deyðiligu kúlurnar, sum tíbetur ikki raktu nakað fólk í húsinum.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður