Hanus Sørensen heldur fram við at skjóta mál

Í dag vann NK Triglav útisigur í einum málríkum dysti

 

Tað gongur væl hjá Hanusi Sørensen, bæði á landsliðnum og í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. 

 

Í dag skoraði Hanus aftur mál, tá hann og liðfelagarnir í NK Triglav vunnu 4-3 á Jadran Dekani á útivølli. 

 

Og tað var vorðið sum bragd hjá NK Triglav, ið var aftanfyri 1-3 í steðginum. 

 

Marko Brkić legði NK Triglav á odda í 17. minutti, men so svaraði Jadran Dekani aftur við at skjóta trý mál upp á 14 minuttir.

 

Jakob Cukjati fekk spenning í aftur uppgerðina í 50. minutti, og tá klokkan vísti 77 minuttir javnaði Hanus til 3-3. Hetta er fjórði dystur á rað, at Hanus skorar, um vit rokna minniligu dystirnar móti Montenegro og Kekkia uppí.

 

Í 87. minutti kundu teir hjá NK Triglav stórfegnast, tá Toni Vinogradac skoraði sigursmálið til 4-3. Talan er um fimta sigurin á rað hjá NK Triglav. 

 

NK Triglav er triðfremst í deildini við 28 stigum. Grosuplje er fremst í deildini við 32 stigum.

 

Sunnudagin 2. november hevur Triglav dyst á heimavølli móti Tabor Sezena.