Hanus vann á skaðunum og mótgongdini

(Gullradio frá Rás2) Hoyr samrøðuna, sum var við Víkinga-leikaran, Hanus Jacobsen í sendingini "Gullradio" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Víkinga-leikaran, Hanus Jacobsen í sendingini "Gullradio" á Rás2.

 

Hanus Jacobsen hevur verið nógv darvaður av skaðum í hesum kappingarárinum, og ta einu tíðina sá tað svart út hjá honum at koma afturíaftur. Somikið meiri glaður er Hanus Jacobsen fyri, at hann vann seg uppaftur, og kundi verða partur av liðnum, sum bar FM-gullið heim til Eysturkommunu. Hanus Jacobsen skeyt eisini eitt avgerandi mál ímóti TB í tí triðseinasta umfarinum.

 

Hanus Jacobsen hevur vunnið áður vunnið fimm steypasigrar við Víkingi, og ein steypasigur við GÍ. Hann er tó alt annað enn mettur, og hann heldur, at hann eigur nøkur góð ár í sær enn, har hann kann stríðast fyri Víking á leikvøllinum.

 

Nú sær Hanus Jacobsen fram ímóti altjóða avbjóðingini hjá Víkingi í Champions League undankappingini, har teir fara aftur at royna at vinna seg víðari, sum Víkingur gjørdi í 2014 og í 2013.