Oyvindur Brimnes frá Landsverk sigur, at talan er um eina rættiliga stóra gravimaskinu, eina sonevnda gummiged, sum um vikuskiftið fór útav vegnum oman ímóti Fámjin.
Hann dugir tó ikki at siga akkurát hvat tað er, sum er hent.
-? Tað hendir ofta, at kavaruddararnir fara nakað út av vegnum. T.d. at eitt hjól fer útav. Men førararnir megna sum oftast at beina maskinuna innaftur á vegin, uttan stórvegis hóvasták. Eg dugi ikki at siga júst hvat tað er, sum er hent her, men hetta er ikki nakað, sum plagar at henda ofta hjá Landsverk, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann sigur tó, at har, stóra maskinan fór útav, er eitt ógvuliga knapt sving á vegnum, og tað kann kanska hava havt sína ávirkan á, at maskinan fór útav. Umframt tað, var jú nógvur kavi, so stóra maskinan er allarhelst er gliðin.
Sum skilst, var talan um eina rættiliga ógvusliga hending.
? Førarin var til arbeiðis og ruddaði kava, tá gravimaskinan brádliga, av eini ella aðrari orsøk, fór út av vegnum. Førarin mátti leypa út úr maskinuni, og náddi tað akkurát, áðrenn maskinan fór bóltandi runt og endaði niðri í bønum. So vítt sum eg havi hoyrt, breyt førarin nøkur rivjabein, men kom annars ikki til skaða, tíbetur, greiðir Oyvindur Brimnes frá. Tað kundi nevniliga lættliga havt endað heilt galið.
Hann leggur afturat, at har, sum maskinan fór útav, var eingin autoverja og at talan helst var um eitt hendiligt óhapp.
Verður ikki afturgjørd
Hóast tað tíbetur var lítil og eingin mannsskaði, so fór maskinan rættiliga illa, tá hon fór bóltandi ígjøgnum bøin.
Oyvindur Brimnes sigur, at talan var um eina gamla maskinu, sum allarhelst ikki verður gjørd aftur.
? Vit hava longu keypt eina nýggja gravimaskinu, og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn hin gamla skuldi setast. Hin nýggja verður í løtuni nýtt í samferðsluhavnini, men kemur nú inn fyri hina gomlu, sigur hann.
Av tí, at maskinan er landsins ogn, var hon ikki tryggjað. Tað er nevniliga ikki loyvt at tryggja landsins ognir, veit Oyvindur at siga.
Tí var tað kanska heppið í óhappinum, at tað var ein gomul maskina, ið allíkavæl skuldi setast nú, ið fór.
Spurdur, um suðuroyingar so kunnu vænta sær, at vegirnir verða ruddaðir eins skjótt næstuferð kavi kemur, svarar Oyvindur, at tað skulu teir ikki vera bangnir fyri.
? Vit hava góðar maskinur til at rudda kava við, so tað verður neyvan nakar trupulleiki, staðfestir hann at enda.
Ì ein gráan kassa:
Sosialurin hevur tosað við føraran av maskinuni, men hann ynskir ikki at gera nakrar viðmerkingar til málið.
Myndatekstur:
Tað kundi lættliga endað nógv verri, tá stóri kavaruddarin hjá Landsverk brádliga fór út av fámjinsvegnum í øllum kavanum, sum var um vikuskiftið. Førarin náddi akkurát at leypa úr maskinuni, áðrenn hon fór bóltandi ígjøgnum bøin. Hann breyt nøkur riv, men tað var tíbetur tað einasta, ið hendi við honum.
Mynd: Áki Bertholdsen