Tað kann kosta serstakliga dýrt at hótta fólk eftir lívinum.
Tað máttu tveir tunesar sannað, tá teir í Føroya Rætti í gjár vórðu dømdir ávikavist fýra og tveir mánaðar fongsul fyri hetta lógarbrot. Høvuðsákærdi varð somuleiðis dømdur fyri ólógliga at hava tikið passini hjá teimum báðum drápshóttu, ið eisini eru úr Tunis.
Málið byrjaði, tá bróður tann høvuðsákærda kom til Føroya 15. juli í ár. Í ferðalagnum vóru eisini teir órættaðu, sum høvdu verið í Tunis og ferðast, og á leiðini heim aftur til Føroya løgdu leiðina umvegis Svøríki, har nevndi bróður býr.
Teir órættaðu søgdu seg vera illa við, tí høvuðsákærdi í málinum tóktist ikki serliga glaður fyri at síggja teir aftur; og tað vóru teir ikki vanir við.
Sambært frágreiðing teirra skuldi tað skjótt vísa seg, hví hesin var so gruggutur við teir báðar. Kvøldið eftir – tann 16. juli – tá teir fýra vóru komnir heim frá pizzarianum, sum høvuðsákærdi eigur, og sum teir báðir órættaðu høvdu rikið í eina tíð, legði pizzaánarin hinar báðar undir at stjala av kassanum.
Sambært frágreiðingunum hjá teimum báðum órættaðu gjørdist høvuðsákærdi sera harðmæltur, og hótti við at drepa teir báðar og senda teir heim til Tunis í »einum kassa, sum mann leggur lík í«.
Hóast hesa hóttan svóvu teir báðir í sama húsi sum høvuðsákærdi hesa náttina, men sambært frágreiðingini hjá teimum báðum – og sambært ákæranum – gjørdust teir báðir bangnir, tá teir morgunin eftir varnaðust, at passini vóru burtur.
Út móti døgurða tann 17. juli spurdu teir báðir í pizzarianum høvuðsákærda eftir passunum, men hesin svaraði, at hann visti einki um, hvar tey vóru. Tá kom rættiligur panikkur í teir báðar, og teir runnu avstað. Teir heittu á ein, teir bóru kenslu á, um at koyra teir á løgreglustøðina, og har ákærdu teir høvuðsákærda og bróður hansara fyri at royna at drepa teir.
ÁKÆRDIR
Løgreglan metti serliga annan av órættaðu at vera í slíkari sinnisligari støðu, at tað bar ikki til at avhoyra hann. Somuleiðis metti løgreglan, at menninir vóru so ræðsluslignir, at talan var um eitt alvarsligt mál. Tí varð, í samráð við sýslumannin, gjørt av at handtaka teir báðar ákærdu.
Hetta kom tó eftir øllum at døma óvart á teir báðar, tí teir tóktust ovfarnir av, at løgreglan kom á staðið.
Teir vórðu varðhaldsfongslaðir og síðani avhoyrdir. Teir noktaðu seg sekar.
Ákæruvaldið metti tó, at frágreiðingarnar hjá órættaðu samsvaraðu best við tey prógv, ið annars liggja sum grund í málinum, og endin varð, at teir báðir brøðurnir vórðu ákærdir fyri drápshóttanir.
Hóast summarfrítíðin er upp á sítt hægsta, hevur ákæruvaldið arbeitt serstakliga skjótt í málinum, og eftir grundlógaravhoyringar 18. juli og aftur 25. juli, var málið longu fyri í Føroya Rætti í gjár, 31. juli.
Ákærin, Linda Hesselberg, kravdi menninar dømdar eftir ákæruritinum við fongsulsrevsing til báðar, umframt at hald verður lagt á tvær peningaupphæddir, sum skulu nýtast til at rinda fyri sakarmálið.
Verjarnir hjá teimum ákærdu, Jógvan Elias Winther Poulsen fyri høvuðsákærda, og Bjørn á Heygum fyri yngra bróðurin, kravdu báðir fríkenning.
Sakarmálið byrjaði annars við einari umbøn frá verjunum, um at annar dómari varð funnin til málið. Orsøkina søgdu teir báðir vera, at ákærdu longu tvær ferðir høvdu sitið framman fyri sama dómara, og at hesin longu hevði gjørt av, at talan var um grundaðan illgruna.
Hesum vísti dómarn tó aftur, og verjarnir tóku síðani hetta til eftirtektar.
Ongar hóttanir
Fyrst vórðu frágreiðingarnar, sum teir báðir ákærdu høvdu givið til grundlógaravhoyringarnar, lisnar upp, og onkrir supplerandi spurningar settir.
Høvuðsákærdi greiddi frá, at hann hevði fingið illgruna um, at alt ikki kom til høldar av umsetninginum, og at hann bert hevði spurt teir órættaðu um hetta. Teir søgdu seg einki kenna til hetta.
Ákærdi noktaði fyri at hava hótt teir báðar órættaðu eftir lívinum. Somuleiðis noktaði hann fyri at kenna nakran, hvørki í Føroyum ella í Danmark, sum kundu senda teir báðar aftur til Tunis í kistu.
Eitt snúðningspunkt í málinum er, hvat fór fram í húsunum hjá høvuðsákærda mikukvøldið 16. juli. Høvuðsákærdi vil verða við, at hann sat í stovuni fyri seg sjálvan, meðan hinir tríggir sótu í køkinum. Hann helt upp á, at hann ongantíð hevði hótt ella á annan hátt munnliga hevði gjørt seg inn á teir báðar órættaðu.
Dagin eftir fóru høvuðsákærdi og bróðurin á pizzaria’ið, har teir báðir órættaðu longu vóru framman undan. Her tosaðu teir so, sambært høvuðsákærda, friðarliga saman til annar órættaði knappliga, og fyri ákærda púra óvæntað, á arabiskum rópti »fuck you«, og síðani saman við hinum unga tunesanum sprakk á dyr.
Saman við yngra bróðrinum fór høvuðsákærdi at leita eftir teimum báðum yngru fyri, sambært frágreiðingini, at fáa greiði á hvat tað var, ið feilti.
Yngri bróðurin váttaði í høvuðsheitinum frágreiðingina hjá høvuðsákærda, tó at ikki fult samsvar var í teirra frágreiðingum í øllum lutum. Hann segði seg tó ikki hava verið vitni til nakra hóttan frá høvuðsákærda móti órættaðu.
Í proceduru síni legði Linda Hesselberg stóran dent á, at høvuðsákærdi eftir øllum at døma ólógliga hevði tikið passini hjá órættaðu, og undraðist stórliga á, at løgreglan fann tey í einum plastposa undir eykahjólinum í bilinum hjá ákærda. Eitt undarligt goymistað, helt hon.
Viðvíkjandi drápshóttanunum segði hon, at málið í stóran mun snúði seg um trúvirði, og at órættaðu í nógv størri mun virkaðu trúverdugir. Tað undirbygdu prógv og vitnisfrágreiðingar í málinum segði hon og mælti til, at høvuðsákærdi varð dømdur fongsul í seks mánaðir og medákærdi í tríggjar, umframt at hald varð lagt á ávikavist 12.800 krónur og 135.000 krónur.
Í báðum førum mettu verjarnir ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað sínar ákærur, og kravdu tí í fyrsta lagi frídøming. Jógvan Elias Winther Poulsen kravdi í øðrum lagi ein hægsta dóm fyri høvuðsákærda upp á tveir mánaðir, meðan Bjørn á Heygum í øðrum lagi kravdi treytaða fongsulsrevsing.
Dómarin gjørdi av, at høvuðsákærdi skuldi inn at sita i fýra mánaðir, hin ákærda í tveir. Haraftrat skuldi hald leggjast á pengarnar.
Teir báðir ákærdu skutu á staðnum dómin inn fyri landsrættin. Samstundis boðaði ákærin frá, at hon fór at krevja strangari revsing í landsrættinum.