Í dag liggur ein kaldur streymur og vetraræl av norðri yvir okkum. Fríggjadagin fer fyrst ein hátrýstsryggur framvið, áðrenn eitt nýgg brúgvalag fer framvið leygarnáttina. Síðani fylgir ein streymur av rættiliga kaldari luft og ælaveður og avestri, áðrenn eitt nýtt brúgvalag mánanáttina kemur inn yvir okkum av vestri. Eitt skifti verður tó regn og lýggjari luft av útsynningi.
Í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 12 til 19 m/s, við hørðum hvirlum, sum út á náttina makar í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 7 til 12 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur og kavi. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum frá líður lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s. Sum frá líður skýggjað, men turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin
Eitt lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, fyrrapartin øtlar hann í lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s, og seinnapartin og móti kvøldið andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s. Mest skýggjað og turt, og hitin millum 3 og 6 stig. Um kvøldið og samdrigið og regn, men út á náttina klárar í. Hann snarar vindin í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Hitin millum 2 og 5 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 m/s, um kvøldið og náttina millum vestan og útnyrðing og eitt skifti upp í stívt andøvsgul, 9 m/s. Sólglottar og okkurt æl, í støðum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum út á dagin lækkar í ein sunnan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri á nátt, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður támut og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum lækkar í ein útsynning vestan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, seinnapartin klárar í og samdrigið og okkurt æl, sum frá líður kavi. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.