Harðir bardagar millum turkar og kurdar

12 turkiskir stjórnarhermenn og 23 kurdiskir uppreistrarmenn doyðu í bardøgum í nátt. Turkiska stjórnin er kallað saman á kreppufund Eygleiðarar í Turkalandi siga, at bardagarnir í nátt fara at herða trýstið á turkisku stjórnina um at senda hermenn inn í Norðurirak eftir kurdisku uppreistrarmonnunum, sum fjala seg iraksku megin markið.

Herleiðslan hevur biðið um loyvi at senda herin um irakska markið, og tjóðartingið hevur givið stjórnini heimild til at senda hermenn inn í Norðurirak.

Bardagarnir í nátt vóru í fjøllunum í landspartinum Hakhari, har turkiski herurin hevur savnað nógvar hermenn í einari roynd at forða kurdum at koma um markið úr Irak.