Tíggju altjóða hjálparfelagsskapir hava fingið at vita, at teir sleppa ikki at reka hjálpararbeiði í afrikanska landinum Sudan longur. Alment hava felagsskapirnir ikki fingið nakra beinleiðis grundgeving frá teimum sudansku myndugleikunum, men tað hevur vakt ans, at boðini komu, beint eftir at altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag mikudagin gav boð um, at sudanski forsetin, Omar al-Bashir, skal handtakast.
Ein av hjálparfelagsskapunum, sum hevur fingið boð um at fara úr Sudan, er CARE, sum eisini er ein av teimum størstu hjálparfelagsskapunum, sum hava virkað í Sudan.
– Hálv onnur millión fólk hava tørv á okkara hjálp, og vit royna nú at kanna, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri tey, sigur aðalskrivarin í CARE, Marte Gerhardsen, við norska blaðið Aftenposten.
CARE hevur virkað í Sudan í 28 ár og hevur millum annað verið við til at útvega fólkinum í landspartinum Darfur neyðhjálp. Marte Gerhardsen dylur ikki fyri, at felagsskapurin ber serliga ótta fyri, hvat fer at henda kvinnunum í flóttafólkalegunum, tá altjóða hjálparfelagsskapirnir fara haðani. Í CARE hava tey hoyrt nógvar frásagnir, sum vísa, at alt fleiri kvinnur verða neyðtiknar. Neyðtøkumenninir eru bæði úr tí illa gitna Janjaweed-uppreistrarherinum, øðrum vápnaðum bólkum og enntá sudanska stjórnarherinum.
– Flóttakvinnurnar eru at kalla verjuleysar, og teir, sum neyðtaka tær, verða ikki revsaðir, tí Sudan hevur onga lóg, sum verjir kvinnurnar. Vit hava bara einstakar frásagnir ella brot úr heildini, men vit vita, at støðan er ræðulig. Kvinnur verða neyðtiknar fyri eygunum á sínu egnu børnum, skyldfólki og grannum, sigur Marte Gerhardsen.
Hava mótmælt
Norsku myndugleikarnir hava havt samband við myndugleikarnar í Khartoum og biðið teir loyva hjálparfelagsskapunum at halda fram við virkseminum. Frá uttanríkisráðnum í Oslo fær Aftenposten at vita, at Noreg og onnur lond, sum verða rakt av avgerðini hjá sudansku stjórnini, fyrireika eitt felags svar.
– Vit hava gjørt vart við okkara sjónarmið og hava sagt, at vit kenna okkum ørkymlaðar av avgerðini, sum vit als ikki kunnu góðtaka. Vit hava serliga lagt dent á tær menniskjaligu avleiðingarnar, sum avgerðin kann fáa. Vit hava tí biðið sudansku stjórnina taka sína avgerð aftur ella í øðrum lagi at geva okkum betri stundir, sigur talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum. Bjørn Jahnsen.
Fólkamorð
ST og altjóða hjálparfelagsskapir hava samstarvað um hjálpararbeiðið í Darfur, og hetta arbeiðið hevur verið so umfatandi, at talan er um heimsins størsta tiltak av sínum slagi. Men tað er eisini neyðugt, tí sambært ST og felagsskapunum eru hálv onnur millión fólk í støðugum vanda orsakað av krígnum, sum Bashir, forseti, fær skyldina fyri at hava ábyrgdina av.
Ákærararnir hjá altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haaag (ICC) ákæra Omar al-Bashir fyri at hava ta evstu ábyrgdina av, at 33.000 sivilfólk í Darfur-landspartinum har vesturi í Sudan eru fyribeind. Í øðrum lagi hava hermenn og leigusveinar hjá stjórnini og forsetanum ábyrgdina av, at millum 80.000 og 265.000 onnur fólk eru deyð. Hetta stendur at lesa í ákæruritinum hjá ICC, sum hevur ákært sudanska forsetan fyri fólkamorð.
Hetta er fyrstu ferð, at ein virkandi ríkisleiðari er ákærdur fyri krígsbrotsverk.
Sivilfólkið meint rakt
Sum so nógva aðrastaðni er tað sivilfólkið, sum líður, nú sudansku myndugleikarnir hava gjørt av at tveita hjálparfelagsskapirnar av landinum. Myndugleikarnir bóru eisini skjótt at, tí avgerðin var ikki meiri enn tikin, tá eitt nú norska Flóttafólkahjálpin fekk at vita, at hon hevði ikki longur loyvi at virka í Sudan.
– Vit ætla at seta okkum í samband við sudansku myndugleikarnar og vóna inniliga, at teir broyta avgerðina. Vit eru ein óheftur felagsskapur og hava einki við dómstólin í Haag at gera. Vit fara eisini at heita á norskar myndugleikar um at leggja politiskt trýst á stýrið í Khartoum, sigur aðalskrivarin í Flóttafólkahjálpini, Elisabeth Rasmusson, við Aftenposten.
(Kelda: Aftenposten)