Nú um degini komu deyðsboðini av Harald Toft Nygaard, sum var prestur í Vági frá 15. desember í 1947 til 27. apríl í 1954.
Í Suðuroyar Sunnara prestagjaldi var hansara fyrsta arbeiði sum prestur eftir sína teologisku útbúgving.
Í desember í 1947 kom hann fyrst sum hjálparprestur hjá Erik Thulesen, tí kona Thulesen eftir stutta sjúkralegu brádliga doyði. Hetta førdi við sær, at Thulesen eftir henda stoytin skjótt flutti til Danmarkar sum prestur.
Nygaard fall so væl til í Føroyum, at hann søkti starvið í Vági, og hann varð settur sóknarprestur har.
Ungur, sum hann var, fór hann íðin inn í tað ungdómsarbeiðið, sum Thulesen var farin undir. Nygaard sameindi ein felagsskap millum ungdómin í Vági, Sumba, Porkeri og Hovi – ikki bara í hvørji bygd sær, men eisini við felags ungdómsmøtum, sum hildin vórðu heima hjá honum sjálvum í prestagarðinum í Vági. Hesi møtini fóru mest fram um veturin. Sjálvandi elvdi hetta prestafrúuni, Margrethu, eitt stórt eyka stríð. Hon var bara glað um, at hetta kundi fara fram í heimi hennara. Men at hetta kundi lata seg gera, var eisini tí, at tey fingu so heilt fram úr góða hjálp frá nøkrum ungum gentum, sum gingu prestafrúuni til handa í hesum stóra og týdningarmikla, kristiliga arbeiði.
Hvørt sunnukvøld kl. 8 vóru allar tríggjar stovurnar í prestagarðinum fullsettar av blómandi ungdómi, sum tók sín kristindóm í álvara.
Hvørt kvøld legði eitt eldri, búgvið fólk fyri við einumhvørjum vegleiðandi Guds orði, ella søgu um Guds lív sítt ella gudslívið hjá einum hvørjum, og sum kundi vera til uppbyggingar.
Hvørt kvøld varð endað við sanginum:
“Breið tínar náðiveingir
O, Jesus, yvir meg...”
Ongantíð haldi eg meg hava hoyrt henda sangin verða meira inniliga og vælljóðandi sungnan enn hesi sunnukvøldini til ungdómsmøtini hjá Nygaard í prestagarðinum í Vági av hesum blómandi ungdómsskara. Tað var ikki sjáldan, at hesin skarin var samansettur av um leið 100 røddum.
Tá ið Nygaard kom til Vágs í 1947, vóru bara 8 ár liðin, síðan nýggja kirkjan varð tikin í brúk, so at hvørki stundir vóru til, ei heldur peningur var tøkur til, at skapa hugna uttan um kirkjuna, sum stóð í miðjari bygdini – stutt frá tí nógv brúktu keiini og tætt við har, sum tann prýðiligi minnisvarðin seinni kom at standa, og tætt við nýggja skúlan, har Nygaard ofta kom sum vikarur, tí læraratrot var í heilum.
Hann skipaði so fyri, at farið varð undir at koyra mold ymsar staðir frá kring um kirkjuna báði við bilum og við trillubørum, so at runnar og blomstur kundu verða plantað kring um kirkjuna til prýðis. Og hvør skuldi gera arbeiðið ókeypis – tað skuldu lærararnir. Hetta var báði hugnaligt at vera við hjá lærarunum og vælgjørt og vakurt.
Og hvør minnist ikki tann gamla Fordin við tí fýrhyrnta húsinum, sum Nygaard fekk sær at koyra í millum bygdirnar við – ja meira enn so – øll tey gomlu illa gongdu fólkini, sum hann koyrdi báði í KFUK og í kirkju. Jú, Nygaard slóðaði bæði fyri ungum og gomlum. Tað var tí ikki løgið, at hann fekk stóran tokka til sítt fyrsta prestastarv.
Hesin tokkin sást eisini aftur á seinni ferðum hansara til Føroyar. Fýra ferðir vitjaði hann aftur til Føroyar at hitta vinir og kenningar – í 1956, 1985, 1989 og í 1996.
Tá ið hann var 79 ára gamal, bjóðaðu nakrir 60 ára gamlir næmingar, sum hann hevði havt nógv ár saman við sum vikarur í skúlanum og nú eisini vóru konfirmantar hansara, honum til felagsveitslu hjá teimum í Vági. Og sjálvandi skuldi veitslan byrja við gudstænastu í Vágs kirkju, har hann sjálvur skuldi prædika. Tað gjørdi hann eisini í fullsettari kirkju við hesum teksti úr 16. kap. hjá Matt. (v. 13-16):
“Hvønn siga menn menniskjasonin vera....?” Inngangur hansara var hesin:
“Tað er mær ein lívsins hátíð frá hesum prædikustóli at fáa loyvi at tala til gamlar skúlanæmingar, skótar, konfirmantar og onnur, sum eru komin higar í Vágs kirkju í dag. Eg kundi kanska spurt, hvussu nógv, tit minnast aftur av tí, sum vit samtalaðu um í tímunum fyri t.d. 45 árum síðan. Tað fari eg ikki at gera, tí vit skulu framvegis vera góðir vinir. Og tað er heldur ikki tað, sum vit minnast, ið umræður – heldur tað, sum hevur ávirkað og verið við at skapa okkara lívsrætning. Tí vil eg heldur steðga við tí svari, ið Pætur gav Jesusi, tá ið Jesus spurdi beint fram: “...hvønn siga tit meg vera?”
Tá svaraði Pætur: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.”
Síðan talaði Nygaard hesa stóru løtu um tann veika Pætur, sum Jesus kortini bygdi sína kirkju á – um syndaran Sakæus, sum hann kortini fór heim til, og hann helt fram at tala um tey veiku, syndatyngdu menniskju, sum Jesus við Guds kærleika var komin í heimin at bjarga frá synd til frelsu og ævigt lív. Tað er hesin boðskapurin, sum týdning hevur at festa í hug og hjarta.
Hesa prædikuna endaði Nygaard við teimum orðum, sum hann so ofta endaði sínar prædikur við:
Støt vor fod, når den vil glide,
styrk vort mod, når vi skal stride,
gør vor bortgang sejerrig!
Øll vit, sum vóru í kirkju henda hásummardagin í 1996, kendu prestin aftur í vininum Harald Toft Nygaard.
Úr Føroyum fóru prestahjúnini Nygaard og børn teirra í 1954 til Østofte á Lollandi, har tey vóru í 12 ár, síðan í 8 ár í Husum í Keypmannahavn, og síni seinastu 9 prestaár vóru tey í Rørby-V á Sælandi.
Tá ið hann í 1984 legði prestastarvið frá sær 67 ára gamal, búsettust hjúnini í Præstø, har eg var so heppin at fáa høvi at vitja fyri góðum trimum árum síðan. Tað var sannur fagnaðarfundur.
Tey áttu børnini Erik, Olav og Ellen.
Jarðarferðin verður úr Bårse kirkju mikudagin 20. apríl, kl. 13.
Ærað veri minnið um vin okkara, Harald Toft Nygaard, prest.
------------
Brynhild og Johs. Andr. Næs