Tað upplýsir norska kongshúsið í einari fráboðan.
– Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið.
Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan 17. august. Hann varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum.
Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta familjan savnaðist um kongin á sjúkrahúsinum, meðan túsundtals norðmenn leitaðu sær á Slottsplassen í Oslo við blómum, kortum og heilsanum.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur, at hann hevur tikið ímóti deyðsboðunum við djúpari sorg.
– Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis aftur saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB.
Haraldur kongur varð føddur 21. februar 1937 og tók við sum kongur eftir faðir sín, Ólav kong V, í januar 1991. Hann sat sostatt á norsku trúnuni í meira enn 35 ár.
Haraldur kongur gjørdist 89 ára gamal.










