Føroya rættur viðgjørdi í dag málið um ferðsluvanlukkuna á Argjum í januar í fjør, har ein ung genta lat lív.
Bilførarin var ákærdur fyri óviljað manndráp, umframt at hava sett lívið hjá øðrum í váða. Endin var, at ákærdi varð dømdur fongsulsrevsing í eitt ár og níggju mánaðir, frádømdur koyrikortið í seks ár og skal rinda stívliga 300.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er ein harðari dómur enn vanligt í slíkum málum.
Ákærin bað um at maðurin varð dømdur tvey ár og seks mánaðir í fongsul, meðan verjin helt, at rættari var, um maðurin fekk 10 til 12 mánaðir.
Ákærin førdi fram, at umframt, at ein genta lat lív, so vóru fleiri herðandi umstøður. Ákærin vildi vera við, at maðurin hevði eina promillu eitt stað millum 1,2 og 1,5, tá hann setti seg í bilin og at hann koyrdi minst 100 kilometrar um tíman í bygdum øki. Hetta metti hon talaði fyri, at maðurin skuldi fáa eina nógv harðari revsing enn vanligt, tá ferðsluvanlukkur krevja mannalív og onkur verður dømdur fyri óviljað manndráp. Harumframt ynskti hon eisini, at ákærdi varð dømdur fyri at hava sett lívið hjá hinum ferðafólkunum í váða.
Verjin førdi fram, at hóast maðurin uttan iva hevði verið ávirkaður av rúsdrekka, var ilt at siga nakað um, hvussu høg promillan var. Harumframt noktaði ákærdi fyri, at hann hevði koyrt yvir 100 kilometrar um tíman, tá vanlukkan hendi. Tískil vildi verjin vera við, at ongar herðandi umstøður vóru og at ákærdi tí skuldi fáa eina vanliga revsing fyri slík mál, sum er millum 10 og 12 mánaðir fongsulsrevsing.
Dómarin valdi partvís at ganga ákæranum í møti og gav manninum eina fongsulsrevsing upp á eitt ár og níggju mánaðir.
Orsøkin til, at dómurin hevur drigið út, er at ákærdi, eftir vanlukkuna, fekk staðfest ein svull í heilanum. Tí hevur verið mett, um svullurin kundi hava ávirkan á hansara evni at føra bil ella at taka rættar avgerðir. Læknaligar frágreiðingar hava tó staðfest, at svullurin, sum síðani er tikin, onga ávirkan hevur havt á hendingarnar á Argjm.