Harley Davidson vitjar Barnaheimið

Annan hvítusunnudag fáa børnini á Barnaheiminum í Havn vitjan av hálvt hundrað Harley Davidson-motorsúkklum

Annan hvítusunnudag steðga umleið hálvt hundrað Harley Davidson-motorsúkklur í túninum á Barnaheiminum í Havn. Børnini eru ógvuliga spent at fáa hesa forkunnugu vitjan.

Almenningurin sleppur eisini framat. Barnaheimið hevur opið hús frá kl. 15.00 til 18.00, har tey bjóða kaffi og te. Fyrst sleppa barnaheimsbørnini ein túr á súkkluni, og plássini, ið eru eftir, verða lutað burtur millum gestirnar.

Harley Davidson-motorsúkklurnar koma úr Danmark og Íslandi. Nakrar av hesum kenda súkkluslagi eru í Føroyum og tær vera eisini við á vitjanini á Barnaheiminum. Í øðrum londum vitja Harley Davidson-motorsúkkluklubbar javnan á dagstovnum og barnaheimum. Hetta fyri at geva fólki eina mynd av, at tey, ið dámar hesar súkklurnar, eru vanligt fólk, og ikki neyðturviliga limir í Hells Angel og Banditos.

Ferðalagið á motorsúkklunum hevur eina peningagávu við til børnini á Barnaheiminum, ið verður brúkt til eina uttanlandsferð í summar.