Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
------
Politiska støðan er sera vandamikil og merkt av ábyrgdarloysi. Vit hava eitt landsstýri, sum hevur latið seg bundið hendur aftur um bak og letur Tjóðveldi alt vald upp í hendurnar.
Samtíðis sigur Tjóðveldi at teir eru ikki partur av nakrari samgongu.
Við øðrum orðum - Tjóðveldi hevur valdið uttan at hava nakra ábyrgd. Harra Løgmaður, størri ábyrgdarloysi hava vit ongantið sæð fyrr.
Hvussu í allari víðu verð kunnu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin framhaldandi sita úti i Tinganesi og so bara lata Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen stýra landinum uttan nakra sum helst ábyrgd.
Hvussu kann Sambandsflokkurin framhaldandi liva við einum løgmanni sum á tingsins røðarapalli, segði at fyri honum var tað lika mikið hvat fyri politikkur var førdur, bara hann fekk atkvøðurnar.
Hvussu kann Sambandsflokkurin liva við einum fiskimálaráðharra sum niðurgjørdi alla útróðrastættina og bað teir bara fara til Noregs at arbeiða.
Býtið av makrelinum er farið fullkomiliga av kós og nú talan er um at lata fleiri stór útlendsk skip við útlendskari manning sleppa framat at fiska makrel eru Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn í ferð við at offra týdningarmikil føroysk arbeiðspláss til frama fyri lítið løntum kinesarum og russum. Er tað ikki hesir flokkar, sum hava sagt seg verja vanliga arbeiðaran í Føroyum?
Friðingarnar fyri línu innan 3 ella 1,5 fj. úr landi, er eisini ein ætlan sum er høpisleys. Hetta uppskot vildi tikið grundarlagi fyri línuútróðri í Føroyum uttan at endamálið at friða ungfiskin var rokkið. Tíbetur sær út til at hesi uppskot ikki koma aftur fyri tingið, ti tað er ivasamt um tey lúka krøvini sum eru til lógaruppskot. Men vandin er sjálvandi at Johan Dahl einsamallur, kann fremja hesar friðingar í kunngerð, men vónandi kemur tað ikki so langt.
Eitt er vist og tað er at Tjóðveldis gislatøkan úti i Tinganesi má steðgast, hendurnar hjá Kaj Leo mugu loysast, so hann fær útskriva val áðrenn fleiri vanlukkur henda.