Harry Kane hevur yvirhálað Thierry Henry

Premier League: Harry Kane hevur nú skotið fleiri mál enn Thierry Henry

Tottenham vann í gjár heili 5-0 á Everton í Premier League. Harry Kane skoraði tvær ferðir og hevur nú skotið 176 mál í ensku landskappingini. Tað er eitt fleiri enn legendariski áleyparin hjá Arsenal, Thierry Henry.

 

28 ára gamli áleyparin hjá Tottenham hevur spælt allan sína yrkisleið í Premier League, meðan Thierry Henry spældi frá 1999 til 2007 við Arsenal. Annars spældi hann við Monako, Juventus, FC Barcelona og til seinast eisini New York Red Bulls.

 

Harry Kane hevur helst fleiri góð ár eftir og spurningurin er, um hann klárar at nærkast metinum hjá Alan Shearer. Hann hevur skotið nógv flest mál samanlang við 260. Næstur honum er Wayne Rooney við 208.

 

Sannlíkt verður tað ikki leingi fyrr enn Harry Kane er undir liðni á Wayne Rooney, tí tað er eitt mál upp til Frank Lampard, sum er á 177, átta mál upp til Sergio Aguero og 11 mál upp til Andy Cole á triðja plássi.

 

1Man City28223368:1869
2Liverpool27196271:2063
3Chelsea26158353:1853
4Arsenal25153741:2948
5Man Utd28138745:3847
6West Ham28136946:3545
7Tottenham26143940:3245
8Wolves271241124:2340
9Southampton27811834:4135
10Crystal Palace28712939:3833
11Aston Villa261031337:3733
12Leicester25961040:4333
13Brighton27712826:3233
14Newcastle266101030:4628
15Brentford28761530:4527
16Leeds27581429:6123
17Everton25641528:4622
18Burnley263121122:3621
19Watford27541827:5019
20Norwich City27451816:5817