Harry Potter vendir aftur

Filmatiseringin av sætta Harry Potter bókini hevur frumsýning 17. Juli, og er heitið á filminum ?Harry Potter and the Half Blood Prince? Eftir ein tvey ára steðg vendir Harry Potter aftur til tann stóra skíggjan. ?Harry Potter and the Half Blood Prince? er heitið á sætta filmatiseringini av fantastiska alheiminum hjá J.K. Rowlings.

 

Fríggjadagin 17. Juli hevur filmurin heimsfrumsýning.

 

Filmarnir av Harry Potter hava, eins og bøkurnar, verið ógvuliga væl móttiknir kring knøttin. Fýra av teimum fimm filmunum hava verið ímillum 20 mest seljandi filmar í heiminum nakrantíð, og tann seinasti filmurin í røðini ?Harry Potter and the Order of the Phoenix? fekk eina ørgrynnu av heiðurslønum.

 

Um ?Harry Potter and the Half Blood Prince? verður eins væl umtóktir og hinir, má tíðin vísa ? men hagartil kunnu leikarar og framleiðarar av filminum fegnast um, at filmurin er kosin av tí enska hóvinum til Royal Film Performance 2009. Hetta merkir, at filmurin skal sýnast í samband við eitt vælgerandi endamál, har eisini tey kongaligu verða til staðar, og fer yvirskotið av kvøldinum til Cinema & Television Benevolent Fund. Ein grunnur, ið stuðlar starvsfólkum í sjónvarpsheiminum, ið eru í fíggjarligum trupulleikum.

 

?Harry Potter and the Half Blood Prince? er ein langur filmur, og varðar hann heilar 2 tímar og 31 minuttir.