Harry prinsur fór heldur í føðingardag hjá dóttur síni enn í rættin

Harry prinsur møtti ikki á rættarfundi í dag, og tað undraði tey, ið vóru í rættinum.

Harry hevur lagt sak ímóti Mirror Group Newspapers (MGN), sum gevur út bløðini Daily Mirror, Sunday Mirror og Sunday People. Hann saksøkir MGN fyri ólógliga at hava avlurta telefonsvarara hansara og fyri onnur ólóglig viðurskifti. (Arkivfoto). - Foto: Hannah Mckay/Reuters

Harry prinsur møtti ikki á rættarfundi í High Court i London í dag.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Bretski prinsurin hevur lagt sak ímóti Mirror Group Newspapers, sum gevur út bløðini Daily Mirror, Sunday Mirror og Sunday People.

Hann saksøkir MGN fyri ólógliga avlurting av telefonsvararaboðum og onnur viðurskifti, sum eru farin fram millum 1991 og 2011.

Sambært Reuters segði dómarin, Timothy Fancourt, at hann var ovfarin av, at prinsurin ikki møtti.

Advokaturin hjá MGN, Andrew Green, segði, at tað var »heilt serligt«, at prinsurin ikki var møttur.

Andrew Green legði síðani løgfrøðililga liðið hjá Harry prinsi undir at spilla tíðina hjá rættinum, skrivar Reuters.

Hann hevði ætlað sær at krossavhoyrt prinsin í dag.

Advokaturin hjá Harry prinsi, David Sherborne, grundaði fráveruna hjá prinsinum við, at hann skuldi í tvey ára føðingardag hjá dóttir síni í Los Angeles í USA.

High Court svarar til landsrættin.

/ritzau/