Harry skal hjálpa Bagga

NSÍ hevur í dag sett nýggjan hjálparvenjara hjá Sámal Erik Hentze

Harry Knudsen er í dag settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá NSÍ venjaranum, Sámal Erik Hentze. Tað boðar NSÍ frá í dag.

 

Harry Knudsen hevur einaferð áður starvast sum hjálparvenjari hjá NSÍ. Tað gjørdi hann í 2015 og 2016, tá hann fyrst var hjálparvenjari hjá Trygva Mortensen og síðani var hjálparvenjari hjá Anders Gerber í NSÍ.

 

NSÍ skrivar at venjaratoymið hjá NSÍ nú verður mannað við Sámal Erik Hentze sum høvuðsvenjara, Harry Knudsen sum hjálparvenjara og Rúna Klein Joensen sum málmansvenjara. NSÍ er í løtuni á fjórða plássinum í Betri-deildini hjá monnum.