Rolf Guttesen
Útvarp, Sjónvarp og politikarar og onnur tosa um, at Føroyar skulu hava eina sendistovu í Reykjavík í Íslandi. Tað ljóðar sum tað skuldi verið so líka til og nærmast ein sjálvfylgja.
Men tað er tað bara ikki. Og enn er tað manglandi vitan og realitetssansur. sum forvirrar. Har aftrat sjálvandi við ískoyti av hugi hjá vissum fundamentalistiskum bólkum, at provokera har til ber, so tað góða sambandi millum londini í ríkisfelagsskapinum kann gerast mistonkiligt og helst skaðiligt fyri Føroyar.
Umboð fyri íslendska lýðveldið?
Tað ljóðaði sum Poul Mohr útalaði seg sum umboð fyri íslendska statin, sum konsul. Men innihaldið í monologinum fyri opnari mikrofon, hildin av tigandi sjónvarpsmanni, var meira ein tilsvíning av ríkisfelagsskapinum. Repetitión av gomlum mytum og misskiljingum, sum føroyska sokallaða ”sjálvstýrisrørslan” hevur verið í so dugnalig at jabba í tíð og úrtíð.
Sum inngang segði sjónvarpið nakað soleiðis:
”Íslendska flaggið fer skjótt at veittra yvir Fútastovu. Men í Reykjavík kann føroyska flaggið ikki veittra yvir føroysku sendistovuni. Nei, har skal Dannebrog vindast á stong.”
Legg merki til at tað eru symbolini sum her eru í fokus, ikki sakin. Ikki nakað konkret innihald, men meira um litin á innpakningspappírinum.
Málpurisman svínar málið til
Og enn einaferð hava heimagjørd ný-føroysk orð forvirrað. Tí hvat er ein send-istova??? Hatta er eitt elastikk-orð, sum er breitt brúkt. Um ambassadu, konsulat, lobbykontór ella agentur.
Føroyar eru IKKI í holt við at gera eina sendistovu (ambassadu) í Íslandi. Tí tað ber ikki til. Tað eru bert suverenir statir, sum kunnu hava ambassadur hvør hjá øðrum. Føroyar kunnu heldur ikki hava nakað konsulat í Íslandi, tí konsulatir umboða eisini suverenar statir.
Ísland fer tí heldur ikki at hava nakra ambassadu í Fútastovu. Tað hava teir í Keypmannahavn, har tað hoyrir heima. Men eitt generalkonsulat kann einhvør suverenur statur hava í øllum býum, sum nógv samband er við (ikki bert í ríkisstjórnarbýum, sum Keypmannahavn ella London). Tí er tað í lagi, at Ísland velur at gera gamla konsulatið í Havn um til eitt generalkonsulat, sum er eitt stig hægri.
Hvør hevur fjalda dagsskrá?
Báðir aktørar, Sjónvarp og Poul Mohr, blanda tingini saman. Teir burdu vitað betri! Tí má vera mær loyvt at spyrja, um teir hava nakra fjalda dagsskrá? Hvat er meiningin? Ella er hatta bara vanlig (ella óvanlig) dummheit?
Poul Mohr og aðrir ”tjóðskaparmenn” burdu verið fegnir um at Føroya Landsstýri kann brúka ta eksperitsu og alt tað praktiska, sum liggur í at fáa eina skrivstovu í samband við ambassaduna hjá Ríkisfelagsskapinum (Danmark).
Tí Føroyar kunnu, sambart Wienerkonventiónina (ikki skrivast Vinarkonventión, sum vissir málspillarar gjarna vilja) um diplomatiska umboðan, hvørki hava ambassadu, generalkonsulat ella konsulat í Íslandi ella aðrastaðni. Tú kanst vera nøgdur ella ónøgdur við støðuna, sum hon er - men soleiðis er veruleikin.
Tí misbrúkar Poul Mohr sína diplomatisku støðu sum íslendskur umboðsmaður, tá hann leggur á Danmark, og háðandi hvessir, at ”teir vilja hava Danabrókina hangandi uppiyvir føroysku sendistovuni” Hatta kann ein diplomatur hvørki siga ella meina!
Og Sjónvarpið dugir ikki síni ting, tá teir kunnu siga sovorið svass, sum citerað er omanfyri! Og ikki eru førir fyri at seta bert ein einasta kritiskan spurning.
Frítt spæl fyri grovheitum?
Eg skal at enda bert nevna eina grovheit, sum Poul Mohr sendi út í luftina hendan dagin, betri var tað ósagt:
”Ísland er tað einasta land í verðini, sum virðir okkum sum tjóð.”
Hvat skal man siga til slíkt tokusnakk? Og enn einaferð er orðavalið misvísandi, tí meinar hann ”tjóð” sum stat ella natión? Men Ísland man hava sínar interessur at fremja, tá teir senda so nógvar ráðharrar hendanvegin.
Friðarligt samarbeiði millum tjóðir
Til dømis í statinum Stórabretlandi (United Kingdom) eru minst 3 tjóðir, skottar, walisar og eingilskmenn. Íbúgvarnir á Man, sum tosa manx, eru kanska eisini tjóð. Og teir í Ulster?
Í Suðurjyllandi búgva fólk, sum eru týskarar av nationalitet (tjóð). Og sunnan fyri markið búgva fólk, sum eru danskarar av nationalitet, men sum búgva í Bundesrepublik Deutschland. Í Belgia eru tvær tjóðir, Vallonar og Flamlendingar. Í flestu londum eru nógvar tjóðir saman, og í flestu førum er hetta problemfrítt, ja kanska beríkandi.
Men summastaðni kemur nationalisma og fundamentalisma uppí, og so koma problemini. Og so kann óbótaligur skaði henda.
So, um Poul Mohr kanska meinti, at íslendingar virða føroyingar/Føroyar sum suverenan stat, so má tað kallast óhóskandi uppílegging.