Hasfjord fekk maskintrupulleikar við Gomlurætt

Kl. 10:41 í dag fráboðaði skiparin umborð á Hasfjord, at Hasfjord hevði fingið maskinsteðg, og teir lógu uttanfyri ferjuleguna á Gomlurætt. 

 

Arbeitt varð við at fáa Hasfjord sleipaðan útum ferjuleguna, soleiðis, at Teistin kundi leggja at á Gomlurætt. Bert smávegis seinking var í ferðaætlanini hjá Teistanum; kl. 11:16 hevði Teistin lagt at og tømt skipið, fekk síðani ferðafólk og bilar umborð og setti kós móti Skopun aftur. 

 

 Hvussu verður við siglingini í morgin er framvegis ógreitt, men kunna verur um hetta skjótast til ber, skrivar SSL m.a. á ssl.fo.