Háskúlan fær 100.000 krónur frá Kiwanis

Felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur latið Háskúlanum pengar til umvælingar

 

Útlit eru nú fyri, at bygningarnir hjá Føroya Fólkaháskúla, kunnu fáa tær allar mest átroðkandi umvælingarnar.

 

Háskúlin er í vánaligum standi og hevur átrokandi umvælingar fyri neyðini. Mentamálaráðið letur ein part, men tað mesta má Háskúlin útvega sjálvur.

 

Síðani hevur verið skipað fyri innsavningum av ymsum slagi og nú hevur Kiwanis í Havn eisini skipað fyri innsavning til skúlan.

 

Og í hesum sambandi hevur felagsskapurin nú latið Háskúlanum 100.000 krónur til at bøta um skúlan fyri.


Høvuðsendamálið við Kiwanis er at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum íFøroyum. 

 

- Háskúlin tekur sær væl av teimum ungu, og tí halda vit tað vera passandi at lata eina gávu til skúlan, nú hann hevur so stóran tørv á at verða umvældur, sigur Øssur av Steinum, forseti í Kiwanis Tórshavn.


Annfinnur Heinesen, stjóri á Háskúlanum, var fegin um peningagávuna.


- Ein peningagáva av hesari støddini kemur heilt ómetaliga væl við,  helst nú vit stríðast við at savna saman nóg mikið av peningi inn til hesar átroðkandi umvælingarnar.

 

Annars hevur Háskúlin søkt um at fáa eina hægri játtan frá landinum og tey vóna at tað verður játtað longu í ár, sigur Annfinnur Heinesen.

 

Hann sigur, at enn er nakað eftir, áðrenn komið er á mál við at útvega pening til umvælingarnar, har tað er serliga átrokandi at skifta takið, tí tað lekur so illa.

 

Tilsamans hava tey nú útvegað 550.000 krónur til umvælingarnar, sum kosta væl meiri enn eina millión.