Samkomur og einstaklingar í Føroyum standa í hesum døgum saman um evangeliskt átak við heitinum Hásummarhátíð, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin 21. juni.
Saman við heimskenda tónleikaranum og sangaranum Michael W. Smith og øðrum fer kendi evangelisturin Franklin Graham at tala í høllini á Hálsi sunnudagin 21. juni.
Franklin Graham fer at tala á tveimum møtum hendan dagin. Fyrra møtið verður kl. 18.00 og seinna, sum serliga er ætlað teimum ungu, verður kl. 21.30.
Franklin Graham er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, sum í dag er 96 ára gamal. Sum ungur tók hann frástøðu frá tí andaliga, og valdi ikki at fylgja í fótafetum pápans. Men 22 ára gamal upplivdi hann eina andaliga kollvelting. Hann var tá staddur í Jerusalem.
Síðani 1989 hevur Franklin Graham í miðal hildið 7 stórar evangeliskar fundarøðir um árið. Franklin Graham dag er ein heimskendur og virdur evangelistur, sum ferðast um allan heim.
Hjálparfelagsskapurin “Samaritan Purse” (Pengapungur Samverjans), sum Franklin Graham leiðir, hevur virkað í Føroyum í mong ár undir navninum “Christmas Child.” Felagsskapurin savnar inn gávueskjur til treingjandi børn um allan heim.
Samaritan Purse veitir serkøna hjálp í heimsins vanlukkuraktu og truplu økjum, har menniskjur eru rakt av álvarsomum trupulleikum, kríggi, hungri, jarðskjálvta o.ø. Sum dømi kunnu nevnast tann umfatandi jarðskjálvtin í Nepal og Ebola-sjúkan í Liberia. Har kom hjálparfelagsskapurin hjá Franklin Graham bæði við læknahjálp og hjálparútgerð.
-Allir føroyingar eru vælkomnir, og okkara vón er, at tey, sum stríðast við lívsins ivamál og sum ynskja eina nýggja byrjan í lívinum, fara at koma til hásummarhátíð í Ítróttarhøllini, sigur Franklin Graham.
Umframt ítróttarhøllina eru høllin Dansifrøi og eitt tjald hjá Tórshavnar Kommunu leigað til endamálið. Har verða sjónvarpsskermar settir upp, so øll síggja og hoyra alt, sum fer fram.