– Hatta er ærumeiðing og má meldast

– Hatta hevur mann ikki lov til at skriva út, sigur advokatur Jógvan Páll Lassen, sum ikki skilir, hví ein Facebook-bólkur púra ókritiskt hevur deilt 11 føroysk nøvn og sagt, at hesi eru "myrd" av koppsetingini

– Hatta er bæði ærumeiðing og brot á persónliga privatlívið.

 

Soleiðis sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, um at Facebook-síðan Coronavitan hevur deilt nøvnini á 11 deyðum føroyingum. Á síðuni pástandur umsitarin, at 14 fólk eru deyð av koronu-koppsetingini, og so eru nøvnini á hesum 11 av hesum persónunum sett á ein lista. 

 

Les meira HER.

 

– Hatta hevur mann ikki lov til at skriva út. Hatta er ein beskyldningur um nakað. Um at fólk hava gjørt onkrum øðrum fortreð. Mann er vardur av lógini, eisini sjálvt um man er deyður, sigur Jógvan Páll Lassen, sum ikki skilir, hví nakar finnur upp á slíkt.

 

– Hatta má meldast til Facebook, sigur advokaturin.