Arbeiðssteðgurin hjá sáttmálasettu lærarunum hevur nú staðið við í meira enn eina viku og einki samband hevur verið millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið, síðani 7. mars.
Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen metir, at tað er av allari leið, tá forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, førir fram, at bólturin liggur hjá Fíggjarmálastýrinum í ósemjuni millum Føroya Lærararfelag og Fíggjarmálastýrið.
Fjas
- Tað er fjas, at bólturin liggur hjá okkum. Lærarafelagið boðaði frá verkfalli og segði við semingsmenninar, at vit fara í verkfall á miðnátt (týskvøld 7. mars, blðm.).Semingsmenninir eftirlýstu, um teir skuldu halda fram og royna semju og tað vóru vit til reiðar til, men Lærarafelagið segði nei. Elsa Birgitta Petersen takkaði semingsmonnunum fyri gott arbeiði, men gjørdi greitt, at brúk var ikki meira fyri teimum. At siga, at vit hava bóltin, tað skilji eg ikki. Tað eru ikki vit, sum eru farin í verkfall, men vit eru framvegis til arbeiðis, sigur Karsten Hansen.
Vil tað so siga, at talan er ikki um arbeiðssteðg, men um verkfall?
- Tey hava fráboðað verkfall. Vit hava ikki fráboðað verkbann, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen sigur, at í Fíggjarmálastýrinum verður arbeitt víðari við málinum.
- Men kostnaðin kunnu vit ikki ganga við til. Tað ber ikki til og tað veit felagið eisini av, men vit eru altíð til reiðar at samráðast, sigur Karsten Hansen.
- Nú er verkfall og vit kenna sjálvsagt okkara ábyrgd og royna at finna eina loysn, vísir Karsten Hansen á.
Tílmatalið
Tað er arbeiðstíðin, ið skilir partarnar?
- Ja. Nú sigur forkvinnan í Lærarafelagnum, at trupulleikin er ikki viðvíkjandi lønini, men við semingsmenninar segði hon, at hon var ikki nøgd viðvíkjandi lønini, vísir Karsten Hansen á.
Hann viðgongur tó, at stóra ósemjan er um niðursetta undirvísingartímatalið.
- Tað kann dokumenterast, at í løtuni er bara Svøríki, ið hevur lægri tímatal. Hini londini liggja omanfyri, sigur Karsten Hansen, sum veit, at Føroya Lærarafelag hevur víst hesum aftur, men hann sigur seg ikki vita, hvar tey tølini stava frá, tí Fíggjarmálastýrið hevur síni tøl frá myndugleikunum í okkara grannalondum, sum umsita hetta.
Játtan fylgir ikki við
Er hetta mál dømi um, at peningajáttan fylgir ikki við lógunum, sum ført hevur verið fram?
- Tað hava vit so mong dømi um. Tað er ofta, at lóg verður smíðað, men peningur kemur ikki eftir einum ári. Hetta er einki eindømi, sigur Karsten Hansen, ið kann nevna fleiri dømi um hetta, men hann vísir samstundis á, at fólk fara ikki til hús av hesi orsøk
Ikki ósemja millum partamenn.
Karsten Hansen vísir eisini aftur prátinum um, at tvídráttur er millum partamenninar Signar á Brúnni og Karsten Hansen, ið umsita ávíkavist skúlamál og fíggjarmál.
- Tað er eingin tvídráttur okkara millum, hóast vit kanska síggja málini frá ymsum síðum, men tað hevur sínar náttúrligu orsøkir. Men tá ástendur, so vita vit hvar ábyrgdarbýtið er, sigur Karsten Hansen.
Kann taka langa tíð
Hevur fíggjarmálaráðharrin nakað boð uppá, hvussu longi íkomna støðan við arbeiðssteðgi kann vara?
- Nei, tað havi eg ikki, men forkvinnan í Føroya Lærarafelag hevur sagt fleiri ferðir, at tað verður longi, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen sigur seg ikki hava umhugsað møguleikan, sum Føroya Lærarafelag nevnir í Sosialinum í gjar, um at lærarar, ið eru tænastumenn, kunnu koma fyri tingið og lønin har verður ásett við lóg.
- Tað er sjálvsagt ein møguleiki, men í mínari verð eru samráðingar nú einaferð samráðingar millum tveir partar. Lat okkum halda okkum til tað, sigur Kartsen Hansen.
Hvussu longi kann slík støða halda fram. Hevur samfelagið ráð. Tað kann jú hugsast, at foreldur fara ikki til arbeiðis, tí børnini eru ikki í skúla?
- Eg veit ikki reiðiliga. Støðan er sjálvsagt óheppin fyri børn og foreldur, men tað er undirvísingarskylda og tað hava vit eitt stýrið at taka sær av sigur Karsten Hansen, sum í dag er ímillum teirra, sum fer til Danmarkr at samráðast við danir um framtíðarstøðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.
Men hann ger vart við, at hann er aftur longu í vikuskiftinum og at fólk í Fíggjarmálastýrinum taka sær av málinum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Men skal Karsten Hansen gera eina langa søgu stutta, so er niðurstøðan, at bólturin liggur ikki hjá Fíggjarmálastýrinum.