- Hatta er gott aftrat

Tað segði Óla Hans Olsen í Syðrugøtu, sum ringdi inn fyri konu sína í kvøld, Élina Olsen, sum vann 800.000 krónur í Gekka-spælinum.

 

Tað var Elin Olsen í Syðrugøtu, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara gekka-hjólinum. Maður hennara, Óla Hans Olsen, var fjarritari.

Elin valdi at deila høvuðsvinningin á 2,4 miljónir krónur í teir tríggjar leyparnar við 800.000 krónum í hvørjum leypi, og tað gjørdist ivaleyst eitt gott val fyri hjúnini bæði.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið Elini Olsen 75.000 krónur. - Eg haldi, hon vil prøva einaferð aftrat, segði Óla Hans Olsen.

- Púra beint, segði gekka-verturin í kvøld, Jensina Olsen.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið konuni í Syðrugøtu 30.000 krónur.

- So koyra vit einaferð aftrat, segði Óla Hans Olsen, tá konan hevði givið honum grønt ljós at bera Jensinu Olsen tey boðini.

Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið so beint á bláa leypinum, har heilar 800.000 krónur vóru í.

Tað var ein fegin - men eisini ógvuliga sinniligur - fjarritari, Óla Hans Olsen, sum nú helt fyri, at hetta er gott aftrat, sum hann tók til.

Í skemti reisti hann eisini spurningin, um blái leypurin mundi fara merkja, at KÍ vinnur føroyameistaraheitið í morgin.