Tað verður ikki vil hjálp frá Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri og tinglim fyri Javnaðarflokkin, at Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, fær loyvi at hækka kostnaðin hjá útlendingum at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Við in.fo í síðstu viku boðaði stjórin annars frá, at tað skal gerast dýrari hjá útlendskum ferðafólkum at sigla við skipunum hjá stovninum.
Les eisini:Útlendingar skulu rinda meiri við Strandferðsluni http://www.in.fo/news-detail/utlendingar-skulu-rinda-meiri-vid-strandferdsluni/
Tvøroyrar Kommuna hevur nýliga sett tvey fólk í starv til at menna ferðavinnuna í økinum, men nýggja ætlanin hjá Strandferðsluni kann gerast ein forðan fyri at fáa ferðafólk til oynna.
- Tað letur seg slett ikki gera, at Suðuroyggin skal kappast við onnur økir í landinum. Um ein bussur fer við 50 útlendingum til Vágoynna ella Norðoyggjar, so gjalda tey fyri bussføraran og tunnilsgjald. Men um tey fara til Suðuroynna, so skal hvør einstakur gjalda 80 krónur, og nú skal tað trífaldast. Hatta ber slett yvirhøvur ikki til, sigur Kristin Michelsen.
Um støði verður tikin í túrinum hjá ferðaliðnum í nevnda dømi hjá borgarstjóranum, so kostar túrurin í løtuni tilsamans 4.000 krónur, umframt gjald fyri bussføraran og bussin. Við nýggju broytingini hevði ein slíkur túrur kosta 12.000 krónur fyri tey ferðandi, umframt gjald fyri bussføraran og bussin.
Kristin Michelsen vísir á, at málið ikki hevur verið viðgjørt í samgonguni, og ivist í, at nakað hald er í søguni, men ger greitt, at hann fer ikki at taka undir við eini slíkari broyting.
- Málið hevur ikki verið uppi at vent í samgonguni, og eg havi bara hoyrt um tað í fjølmiðlunum, so eg livi í tí trúgv, at einki er í hasi søguni. Men eg fari hvørt fall aldrin at góðtaka at trífalda prísin, sigur Kristin Michelsen.