Randi Jacobsen
Tá ið Føroya Pedagogfelag hevði verið í verkfalli í tvær vikur, og einki hendi, hótti felagið við at taka øll undantøk aftur. Hetta fór at raka meinast hjá teimum menningartarnaðu.
Summi menningartarnað fólk vóru í tí støðu, at tey kundu flyta heim til foreldrini, men tað bar ikki til hjá øllum, og Nærverkið fyrireikaði eina ætlan um at flyta hesi fólk í flóttafólkalegu í Leguhúsinum í Nesvík. Pedagogar, sum vóru tænastumenn, skuldu vera um tey.
Tá var ovboðið hjá Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna, felag teirra menningartarnaðu.
Hon hótti við at melda landsstýrið fyri at seta tey allar veikastu í hesa støðu, og hon vísti eisini á, at djórini vóru nógv betur vard enn menniskjuni. Vit hava djóraverndarlóg, men onga lóg, sum tryggjar menniskjum sømilig kor.
Etikkur og moralur
- Í míni verð snýr tað seg um etikk og moral, hvussu fólk verða viðfarin, og hvat er sømiligt.
Beint tá helt hon, at pedagogarnir í Nærverkinum áttu at sligið nevan í borðið og sagt, at nú var markið nátt, hvussu tey mennikngartarnaðu kundu vera viðfarin. Men aftaná fann hon útav, at høvdu pedagogarnir gjørt tað, var tað tað sama sum at siga upp.
Verkfalliðð endaði, áðrenn tað kom hartil, men Sigrun Wardum er sannførd um, at tað fer at taka langa tíð at fáa tey menningartarnaðu at verða trygg aftur. Tey harmaðust um eitt nú ikki at sleppa til arbeiðis á varda verkstaðnum Vón á Argjum. Tað var ikki fyri lønina, men teimum tørvar ein reglulig lív.
Sjálvt um Sigrun Wardum væl skilir krøvini hjá pedagogunum, og at Fíggjarmálaráðið skal ansa eftir kassanum, heldur hon tað vera úti av allari leið, at eitt verkfall skal raka tey allar veikastu í samfelagnum.
Ein máti kundi verið at latið øll starvsfólkini verið tænastumenn, sum ikki hava rætt til at farið í verkfall. Hon veit tað ikki.
? Hatta má bara ikki henda aftur, at tey menningartarnaðu koma í hasa støðuna, sigur Sigrun Wardum, sum nú fer at tosa við Mentamálaráðið onnur aðrar myndugleikar um, hvat gerast kann.
Til arbeiðis
Verkfallið er av, og dagliga arbeiðið hjá Javn er tikið uppaftur.
- Fremsta uppgávan hjá Javna er at ávirkað lóggavusmiði, so viðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu batna. Eg haldi, at lurtað verður eftir okkum, sjálvt um úrslitið ikki altíð verður, sum vit kundu hugsað okkum, sigur Sigrun Wardum.
Hon hevur parttiðarstarv sum forkvinna í Javna og situr á skrivstovuni dagliga saman við einium skrivstovufólki, sum arbeiðir hálva tíð. Sigrun Wardum er sjúkrarøktarfrøðingur.
Tær hava ríkiligt at gera, og telefonin ringir alla tíðina. Summi ringja fyri at kæra sína neyð, onnur biðja um góð ráð um, hvussu tey skulu greiða sínar trupulleikar.
Sigrun Wardum sigur, at Javni hevur gott samband við fleiri avvarðandi at menningartarnaum fólki, og tað er hon fegin um.
? Tað er gott, at tey fólkini vita, hvagar tey skulu fara við sínum spurningum.
Orkan hjá teimum í Javna er tó avmarkað, og viðhvørt eru tey noyddar at biðja tey avvarðandi royna, hvussu langt tey sjálv megna at koma við at loysa sínar spurningar.
Skúlatilboð
Fyri fleiri árum síðan komu boðini um, at fólkaskúlin skuldi vera fyri øll.
Tankin er góður, men skipanin riggar ikki til fulnar, sigur Sigrun Wardum. Eitt menningartarnað menniskja kann ikki fara til próvtøku sum hini, og ttí koma tey úr fólkaskúlanum við ongari próvdøming.
? Tað ger, at ein arbeiðsgevari einki hevur at meta seg eftir, um hann hevur hug at seta eitt menningartarnað fólk í starv. Fyri tað kunnu menningartarnað fólk væl hava dygdir, sum areiðsplássið kann fáa gagn av.
? Einasta veruliga tilboð til tey menningartarnaðu fólkini er, at sjey fólk verða triðja hvør ári tikin inn á Rásina í Rúnavík. Tað er ikki nóg mikið.
Annars arbeiðir Javni við at fáa okkt serligt tilboð á komandi skúladeplinum við Marknagilsvegnum við einum slag av miðnámsútbúgving fyri meinningartarnað. Tey mugu tó hava ein annan próvskala enn hini.
Nøkur arbeiðspláss hava verið opin fyri at seta menningartarnað fólk í starv, almenn sum privat. Tað riggar væl, men Sigrun Wardum kundi hugsað sær, at fleiri arbeiðspláss lótu dyrnar upp fyri menningartarnaðum, sum saktans kunnu røkja ávísar uppgávur.
Sigrun Wardum flennur at politisku orðununum um, at tað skal loysa seg at arbeiða.
? Tey flestu menningartarnaðu eru fyrtíðarpensionerað og viljas fegin arbeiða. Tey fáa nakrar fáar rkónur í tímaløn, so tað er ikki lønin, sum drívur verkið. Tey vilja bara gjarna gera okkurt.
Ein stórur trupulleiki er, hvagar skulu tey tá fara, tá ið tey eldast.
? Tá verða tey oftast flutt á Eirargarð at vera saman við yngri dementum, og tað riggar ikki.
? Sigrun Wardum væntar sær nógv av ætlanini hjÁ Anniku Olsen,landsstýriskvinnu um tann rúmliga arbeiðsmarknaðin. Tað verður áhugavert at frætta nærri um
FAKTA
Sigrun Wardum. Forkvinna, mamma at menningartarnaðum soni
Forkvinna í Javna síðan apríl 2010
Nevndarlimur tveyð skeið frammanundan í 90-árunum og 2000-árunum
Javni hevur 964 limir