Karstin Hansen, landsstýrismaður í Fíggjar- og búskaparmálum, sigur seg ikki kunna siga nakað serligt um skattalættan, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa, fyrr enn hann saman við øðrum fólki í Fíggjarmálastýrinum hevur hugt nærri eftir og sett seg inn í málið.
Støðan ein onnur í dag
? Lógin, sum var gjørd í sínari tíð, um at føroyingar sum fara uttanlands at arbeiða, skuldu hava ymiskar frádráttir hevur virkað væl og tænti eisini tí endamáli, sum hon var ætlað til, sigur Karstin Hansen.
? Men støðan í landinum er broytt so nógv, at tað er ein spurningur, um lógin tænir sínum endamáli í dag og annars hongur saman.
Karstin vísir á, at ikki alt sær út at hanga saman, tá ið tað mangla handverkarar í Føroyum, og okkara egnu handverkarar ikki koma heimaftur og útfylla henda tørvin. Ístaðin eru føroyingar farnir uttanlands eftir handverkarum at gera arbeiði í Føroyum.
Vilhelm Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, vísti í Sosialinum í gjár á, at tað er skattafyrimunurin hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, sum ger, at teir ikki koma heimaftur, nú meir arbeiðið aftur er at gera í Føroyum.
Um neyðugt gera vit broytingar
? Tað hevur verið so nógv at gjørt higartil, og hava vit tí ikki fingið tíð at arbeitt við hesum málinum enn, sigur Karstin Hansen. Vit hava kortini havt tað uppi at venda í fíggjarmálastýrinum og tosað um tað leystliga. Eisini havi eg kunnað Landsstýrið um, at eg fari at hyggja eftir hesum málinum, og um neyðugt eisini at gera nakrar broytingar
? Hvat verður gjørt veit eg ikki enn, men eg fari í øllum førum lurta eftir sjónaðarmiðunum hjá pørtunum.
Meira til Landskassan?
Um hesir umleið 400 skrásettu føroyingarnir ikki høvdu fingið henda skattafyrimunin og teir høvdu búð í Føroyum og ikki flutt uttanlands, hevði Landskassin óivað fingið nógv meir inn í skatti. Hetta er Karstin sjálvandi eisini greiðir yvir. Hann kann tó ikki siga enn, um teir fara at taka henda skattafyrimunin burtur, so Landskassin eisini kann fáa nakrar hart tiltrongdar eyka inntøkur.
600 kr. um dagin
Toll- og Skattstova Føroya upplýsir, at tað eru ymiskir frádráttir, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa. Hvørjum landi teir arbeiða í, húsaleigan og kostur er nakað av tí, sum spælir inn.
Fyrstu 28 dagarnar liggur tað tó um 600 kr. sum hvør einstakur kann draga frá um dagin, og frá 29. degi liggur tað um 450 kr.
Fyri at fáa hesar frádráttir, skal ein arbeiða tveir mánaðir uttan slit ella í minsta lagi 100 dagar í einum ári. Tað eru bara teir sum arbeiða á landi, sum koma undir hesa skipanina.