Heidi Petersen, løgtingskvinna.
Tjóðveldisflokkurin
Eftir mínum tykki hevur Jógvan á Lakjuni misskilt sína uppgávu sum landsstýrismaður, í sambandið við úttalilsi hannsara um at flyta HF skúlan úr Klaksvík.
Ein landsstýrismaður kann ikki tilláta sær at sleingja um seg við leysum tonkum sum hann málbar seg. Tað er skylda hannsara at syrgja fyri støðugum og tryggum karmum fyri øllum okkara útbúgvingum. Tað er ikki rímiligt yvirfyri teimum næmingum, sum í løtuni ganga á HF í Klaksvík, at blaka illa umhugsaðar tankar á borðið áðrenn teir eru viðgjørdir politiskt. Tað er ikki rímiligt at borgarar í Klaksvík, gjøgnum ÚF fáa slongt í høvdið at tey møguliga missa skúla, sum hevur djúpar røtur í býnum.
Bert eitt lítið dømi um hvussu illa umhugsa útsøgn landstýrismannsins er:
Hvør skal bera eykaútreiðslurnar fyri flutning gjøgnum undirsjóartunnilin hjá næmingunum á HF í Klaksvik, um teir verða tvangsfluttir inn á Kambsdal?
Vit eiga at minnast til at landsstýrismaðurin í mentamálum er ovasti fyrisitari av øllum skúlaøkinum í Føroyum. Tað hevur alstóran tídning tá júst hann úttalar seg um hvussu vit skipa skúlan í framtíðini og hvar ymsu skúlarnir skulu liggja.
Onkustaðnis deplar aðrastaðnis ikki.
Haldi sitandi samgonga skyldar borgarunum, í hesum førinum í Klaksvík, men eisini aðrastaðni kring landið, at koma við eini grundaðari frágreiðing um hvørja støðu hon hevur til framtíðar skúlaútbygging og miðnámsútbúgvingarnar sum heild í Føroyum.
HF í Klaksvík skal flytast til ein skúladepil á Kambsdali, har studentaskúli og handilsskúli eisini eru. Hví skal hetta gerast, hvørjar grundir eru fyri hesum og við hvørjum framtíðarperspektivum skal hetta gjøgnumførast?
Í Marknagilið vil landsstýrið ikki hava skúladepil við studentaskúla - HF, handilsskúla og tekniskum skúla. Hví skal hetta ikki gerast her, hvørjar grundir eru til tess og við hvørjum framtíðarperspektivum?
Skúlaflytingin úr Vági, har miðnámsskúlin kundi verið tikin í brúk í komandi summar, er eitt ræðandi dømi um hvussu óskynsamt og lítið framatrættað, og totalt uttan grundgevingar, samgongan fremur politiskar avgerðir útfrá. Eitt gapandi sár í Vági er prógv fyri hesum, men her var ein skúladepil, sum eftir okkara uppskotið hevði ligið best í Vági, grundin.
Útbúgvingarlig dubbing til framtíðina.
Seinasta heyst, svaraði landsstýrismaðurin í mentamálum skrivligum fyrispurningi á tingi frá undirritaðu, um framtíðar miðnám í Føroyum, og játtaði hann tá at farast skuldi undir at endurskoða alla miðnámsútbúgvingarnar.
Lítið, fyri ikki at siga onki, er hent á økinum, og vil eg enn einaferð heita á landsstýrismannin um at seta hetta arbeiðið í gongd, heldur í dag enn í morgin. Í hesum máa vit ikki liggja sjóarfallið av okkum og enda so langt úti, at vit ikki vinna upp land aftur.
Tað hevur skund, skulu vit náa at dubba okkum útbúgvingarliga og mentunarliga. Skund, tí altjóðageringin hevur so ógvusliga ferð, at dubba vit okkum ikki nú, er stórur vandi fyri at vit verða slongd av í svinginum og hava tá als ongan møguleika at klóra okkum uppá aftur vognin.
Men eisini á skúlaútbyggingar økinum er neyðugt at seta út í kortið, so vit vita hvør kós skal haldst inn í framtíðina.
Haldi politiska skipanin skyldar borgarunum í Klaksvík, eins og á hinum plássunum í landinum, eina frágreiðing um hvagar leiðin gongur. Eina frágreiðing eftir hvørjum leisti allar miðnámsskúlaútbyggingarnar skulu fara fram. Eina væl grundaða og væl gjøgnumhugsaða ætlan, sum tekur atlit til alt landið, altjóðageringina og framtíðina við.
Hvar ber til at samstarva? Hvussu tryggja vit borgarunum fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar kring landið, uttan at hava somu útbúgvingarnar á hvørjum tanga? Hvussu nýta vit fíggjarorkuna í undirvísingarverkinum á skilabesta hátt? Eru skúladeplar ein gongd leið inn í framtíðina? Hvussu tryggja vit bestu møguleikum fyri samstarvi, fjølbroytni og smidligheit samstundis?
Alt spurningar, og nógvir kundu verið settir afturat, sum eiga at útgreinast og svarast, og á tann hátt verða við til at skapa álit og tryggleika á okkara útbúgvingarskipan í framtíðini. Álit á at tær íløgurnar vit gera í útbygging av miðnámsskúlunum í dag, eisini eru haldgóðar loysnir um 25 ár.
Og tað er hetta politiska tjakið Tjóðveldisflokkurin mælir til og bjóðar seg fram til at luttaka í. Eitt orðaskifti á breiðum politiskum grundarlagið, so loysnirnar sum funnar verða fram til, eisini kunnu halda í framtíðini og verða grundarlag undir einum neyðugum politiskum stabiliteti á miðnámsútbúgvingar- og á skúlaútbyggingarøkinum, sum skal dubba okkum til framtíðar avbjóðingar.