Hattin av fyri Mentanarnevndini

  

Nú hevur sambandsflokkurin tíðliga og seint víst á at tað er skeivt at taka lógarbundnar útreiðslur burturúr einari fíggjarlóg, áðrenn lógin sum hesar broytingar umfata er broytt.
Nú sær tað út til at Løgtingsins mentanarnevnd hevur tikið hettar til eftirtektar, og ætlar at fremja tingini í røttum samanhangi, nevndin sigur millum annað

?Nevndin er av teirri áskoðan, at á komandi fíggjarlóg eigur peningur at verða settur av undir teirri fortreyt, at lóggávan, sum er galdandi í dag, eisini er í gildi komandi ár. Hetta merkir, at játtan eigur eitt nú at verða sett av til filmseftirlit og lærlingastuðul soleiðis, sum galdandi lóggáva krevur.
?Verður lóggávan broytt í komandi fíggjarári, so eiga fíggjarligu avleiðingarnar av hesum at verða tiknar við í einum eykajáttanarlógaruppskoti, sigur ein samd Mentanarnevnd.

Hettar er at reka seriøsan fíggjarpolitikk og at halda seg til galdandi lógir.