Hattin av fyri Mikkjali!

At SvF fer at samsenda við DR er eitt sera skilagott tiltak og er bert at síggja veruleikan í eyguni, at eitt føroyskt sjónvarp kostar nógvar ferðir tað, SvF kann vinna við hyggjaragjøldum og gekkaspølum

Johan Petersen


Sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal hevur avgjørt, at tá ið vetrarskráin byrjar 1. oktober, fer SvF at samsenda stóran part av degnum við DR 1. Føroyskar sendingar verða sendar í bestu senditíðini millum kl. 18 og 21 og annars verður koplað yvir á DR 1.

Skilagóð avgerð
Hetta er ein sera skilagóð avgerð, tí so kann fíggjarorkan hjá sjónvarpinum brúkast burturav til føroyskar sendingar, og vit hyggjarar kunnu fáa eina góða sjónvarpsrás at síggja, tá ið tann føroyska ikki røkkur longur.

Kostar fleirfalt
Dreymurin um eitt føroyskt sjónvarp gerst ikki veruleiki við tí fíggjarorku, hyggjaragjøld og gekkaspøl geva - og so lang ífrá. Skulu vit hava eitt veruligt føroyskt tjóðarsjónvarp, so skulu politikararnir tríva djúpt, ja ógvuliga djúpt í sínar lummar, tí veruligt føroyskt sjónvarp kostar fleirfalt ta fíggjarorku, sum SvF ræður yvir.

Ikki meiri føroyskt við nøkrum ð´um niðast á breddanum
Ein kovboyfilmur gerst ikki meiri føroyskur, um nøkur ð standa niðast á breddanum - nei latið danir um at teksta filmir (skilja vit øll ikki danskt?) og brúkið fíggjarorkuna til veruligt føroyskt tilfar.

Sjónvarpsstjórin konstaterað fakta
So sjónvarpsstjórin hevur bert konstaterað fakta og roynir at fáa tað besta burtur úr, bæði fyri SvF og hyggjaran - og so kunnu politikarar rópa so galið teir vilja upp um, at teir eru skelkaðir, at SvF provokerar og at vit heldur skuldu havt svartan skerm!

Uppskotið verið frammi áður
Havi sjálvur fyri 8 árum síðan skotið júst somu loysn upp fyri táverandi politiskt valdu sjónvarpsnevndini, sum eg sat sum formaður fyri árini 95-98, men meirilutin hevði júst somu støðu, sum politikararnir í dag - heldur svartan skerm!

Danofobi?
Loysnin hjá sjónvarpsstjóranum sparir nógvum hyggjarum fyri lisensgjaldi til DR, sum kostar uml. 2.000 kr. árliga og so fáa vit bæði TV-avísina kl. 17.30 og danskar sendingar beinleiðis, ístaðin fyri ein ella fleiri tímar seinni. Hvat er galið við tí, Jógvan á Lakjuni, Andrias Petersen og Annita á Fríðriksmørk? Danofobi?