Haugaard Pelagic á Norðoyastevnu

Tað eru tvey ting, sum kunnu bjarga Føroyum: makrelur og útisetar. Tí fer kabarettin á Norðoyastevnu at snúgva seg um makrel - og millum leikararnar verður ein kendur útiseti.

 

Kjakið um fólkaflyting úr Føroyum byrjar nú at fáa sína ávirkan. Ein av kendastu føroysku útisetunum, Jacob Haugaard, er so ørkymlaður av gongdini, at hann tekur sakina í egnar hendur og flytir til Føroya 1. juni.

 

Tvørámaðurin og fyrrverandi fólkatingsmaðurin hevði ætlað sær starv hjá Varðanum Pelagic í síni gomlu heimbygd, men so verður ikki í fyrstu atløgu. Flytingin er nevniliga komin fyri oyra á Rudolfi Joensen, sum hevur verið kabarettmeistari í Klaksvík í mong ár. Hann gjørdi skjótt av, og beyð tí kenda útisetanum at vera við í kabarettini, sum júst verður fyrsta vikuskifti í juni. Og

tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so hevði hann fingið ein leikara afturat.

 

Showmenn fyri seinastu ferð

Hóast makrelur, útisetar og evropeiskur útisetamakrelur fara at seta sín dám á kabarettina, verður onnur viðurskifti eisini viðgjørd - bæði lokal klaksvíksmál og alføroysk stórmál.

Og tann burturvilsti, men heimafturvendi tvørásonurin, Haugaard, verður bara ein av fleiri frægum leikarum. Hinir eru allir væl kendir føroyskir skemtarar: Rudolf Joensen sjálvur, Hilmar Jan Hansen, Jákup Bernhard Brim Joensen, Høgni Olsen, Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale og Mariann Hansen.

 

Og fyri líkasum at lyfta alt upp í eina hægri eind, hava Showmenn undir leiðslu av Kim Hansen játtað at spæla fyri allar seinastu ferð á kabarettini.

 

Kabarettin verður bara spæld tríggjar ferðir - fríggjadagin tann 31. mai kl. 21.00, leygardagin 1. juni klokkan 21.00 og sunnudagin 2. juni klokkan 18.00. Tó ber til at koma í foyerin - í Skálanum - at hita upp 3 tímar fyri sýning.

 

Atgongumerki fáast í FAST handlunum kring landið frá mánadegnum. Men hevur tað skund, fáast tey longu nú á ebillett.fo.