Hava 47 dagar eftir at koma við uppskotum

Jólafrítíðin hjá Løgtinginum endar í næstu viku, tá ársins fyrsti tingfundur verður settur týsdagin.

 

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur boðað frá, at seinasta freist sambært tingskipanini at koma við uppskotum til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskotum til samtyktar er 28. februar.

 

Hesi mál skulu liggja í tinginum í 6 yrkadagar, áðrenn tey kunnu leggjast fyri tingið. Tað er 8. mars.

 

Skráin fyri tingfundin týsdagin klokkan 11 sær soleiðis út:

 

1) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 47/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (háisolasjónsstovur, prístalsviðgerð og leingjan av gildistíðarskeiði)

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

2) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 45/2016: Uppskot til samtyktar um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur

Málið verður beint í Mentanarnevndina

 

3) Svar nr. 13/2016: Dagføring av ferðslutrygdarætlan

 

4) Svar nr. 14/2016: Fíggjarliga støðan hjá teimum við lág- og miðalinntøkum

 

5) Framløga