Hava 71 krónur at liva fyri um dagin

? Á Tvøroyri, og øðrum bygdum við, noyðast pensionistar at betala ímillum 400 og 800 krónur í skatti hvønn mánaða. Fólkapensiónin er so lá, at tað er ómøguligt hjá gomlum fólki at klára seg, hava tey ikki spart pengar saman í yngri árum

 

? Táið allar fastar útreiðslur eru drignar frá, hevur ein fólkapensionsistur bara 71 krónur eftir til mat, klæðir, at halda hús fyri og til at liva fyri annars.

Hetta vísir ein kanning, sum Tvøroyrar býráð hevur gjørt av umstøðunum hjá pensionistunum í kommununi.

Tá ið býráðsformaðurin í Tvøroyri, Páll Vang, beyð eldri føroyingum úr øllum landinum vælkomnum til eldradadagin, sum pensionistafeløgini kring landið skipaðu fyri á Tvøroyri leygardagin, segði hann m.a. at kommunan hevði kannað umstøðurnar hjá pensionistunum og hann vísti á, at tá ið allar fastar útreiðslur vóru drignar frá, t.d. skattur, streymur, olja, útvrp, sjónvarp og annað, vóru bara 71 krónur eftir um dagin til mat, klæðir, at halda hús fyri, og til lívsins uppihald annars.

Hann segði, at kommunan hevði gjørt kanningina av tí at tað hoyrdust dag og dagliga frá eldri fólki, at tey fingu ikki endarnar at røkka saman.

? Tað er væl skiljandi, tí pensiónin er so lá.

Hinvegin er tað bara partvíst rætt, tá ið sagt verður, at grundupphæddin í pensionini er skattafrí.

? Tað er rætt, at pensionistar betala ikki landsskatt. ? Men í nógvum kommunum noyðast teir at betala kommunuskatt.

? Tað kemst av, at tá ið pensionistar fingu skattalættan, sum skuldi gera grundupphæddina skattafría, gingu landsins myndugleikar útfrá einum miðal kommunuskattaprosentið uppá 18 ella 19%.

? Men tíverri eru nógvar kommunur, ikki minst í Suðuroynni soleiðis fyri, at skattaprosentið er væl omanfyri 18 ella 19.

? Tvs, at í hesum kommununum betala pensionistarnir skatt.

Páll Vang segði, at á Tvøroyri betala pensionistarnir ímillum 400 og 800 krónur um mánaðin í skatti av eini fólkapensión, sum frammanundan er ov lítil.


Mugu sleppa undan

Páll Vang helt, at tað er neyðugt at landsstýrið finnur eina loysn fyri pensionistarnir í teimum kommunum, har teir noyðast at betala skatt.

Sjálv hevði Tvøroyrar Kommuna kannað møguleikan fyri at hava ymiskt skattaprosent, so at skattaprosentið var lægri fyri pensionstar enn fyri onnur, men tað letur seg ikki gera.

Páll Vang segði, at serliga húsaútreiðslur kunnu verða ein byrða hjá eldri fólki. Tí fagnaði hann stórliga ætlanunum at brúka Húsalánsgrunnin at fíggja eldraíbúðir við og hann vónaði, at tað eisini fór at koma útjaðarunum til góðar.

Annars vónaði hann, at tað fór at bera til at finna eina loysn, so at heimahjálp ikki bara var um dagin, men at tað eisini bleiv skipað ein náttavakt, sum kundi leypa inn á gólvið hjá eldri fólki eina tvær, tríggjar verðir um náttina eisini.

? Tað kundi bøtt nógv um tørvin á plássum á røktarheimum og ellisheimum, helt hann.


Kreppan ikki av

Páll Vang segði, at kreppan, hevur serliga rakt útjaðaran í Føroyum.

? Á Tvøroyri er aldursbólkurin av teimum 20 til 24 ára gomlu, er minkaður heili 48% seinastu 10 árini.

Hann ivaðist ikki í, at gongdin var tann sama í útjaðaranum annars.

? Tvs, at úrslitið verður, at fjøldin av eldri veksur munandi, og tað setir politikarum krøv.

? Nei, kreppan er ikki av enn, verða ikki stór tiltøk sett í verk, er útjaðarin í Føroyum deyður um 30 ár, segði Páll Vang.

Annars vónaði býráðsformaðurin á Tvøroyri, okkurt fór at spyrjast burturúr eldradegnum, at tað ikki bleiv tað bera tos.


Pensiónirnar upp

? Tað, sum er mest átrokandi hjá okkum pensionistum er at fáa pensiónina upp.

Símum Pauli Poulsen í Fuglafjørði er púra samdur við býráðsformannin á Tvøroyri um at pensiónin er ov lá.

? Samanborin við livikostnaðin skal pensiónin í Føroyum hækka kanska eini 50%, skal hon koma á hædd við pensiónirnar í londunum rundanum okkum, sigur hann.

Símun Pauli Poulsen er skrivari í Landsfelag Pensionistanna og formaður í eldradaganevndini

Hann sigur, at sjálvt í Írlandi, har tað er nógv bíligari at liva enn í Føroyum, er pensiónin hægri enn her.

Og so leggur hann afturat til stuttleika, at í Írlandi ferðast pensionistar ókeypis í bussi og toki og teir fáa eisini ávísa nøgd av smøri ókeypis um vikuna.

Men pensionistafelagið liggur ikki á latu síðuni.

Tey hava handað landsstýrinum eitt drúgvt og væl gjøgnumarbeitt uppskot um, hvussu bøtt eigur at verða um umstøðurnar hjá pensionistum.

Og har stendur so ovast á listanum at fáa pensiónina hækkaða.

Men annars eru eisini nógv onnur mál á listanum, sum hann ikki vil út við enn, fyrrenn landsstýrið og pensionistafelagið hava tosað saman um tey.


Neyðugt at hittast

Hetta er aðru ferð at eldradagur er í Føroyum. Hin var í Norðurlandahúsinum í 1993.

Ætlanin er nú at hava eldradagar hvørt ár og ætlandi verða teir næstu í Norðoyggjum komandi heyst.

Símun Pauli Poulsen heldur, at tað er neyðugt at pensionistar úr øllum landinum hittast eina ferð um árið at tosa um felags viðurskifti og at koma við uppskotum um, hvussu bøtast kann um umstøðurnar hjá teimum.

? Eitt annað endamál við hesum tiltakið er at fáa landsstýrið at siga sína hugsan um viðurskiftini hjá teimum eldru og eldrapolitikk.

Eini 200 fólk úr øllum landinum høvdu meldað seg til eldradagin á Tvøroyri.

Men tað viðraði sera illa, og tí vóru nógv avboð, men tað mundi vera væl yvir 100 pensionistar komnir saman á Tvøroyri kortini.