Norsk trygdartænasta: Álopið hjá Breivik gevur fleiri íblástur

Álopini hjá norska yvirgangsmanninum Anders Behring Breivik eru framvegis ein týðandi íblástur hjá høgraradikalum persónum í Noregi.

Tað staðfestir norska trygdartænastan PST í eini fráboðan.

 

22. juli eru liðin 15 ár, síðani Breivik sprongdi eina bumbu í stjórnarkjarnuni í Oslo og síðani framdi álop á summarleguna hjá ungmannafelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum á Utøya. Til samans vórðu 77 fólk dripin.

 

Sambært PST vísir ein gjøgnumgongd av málum um høgraradikalisering seinastu árini, at bæði handlingarnar og hugsjónin hjá Breivik framvegis eru við til at radikalisera fólk – serliga ung undir 18 ár.

 

– Fimtan ár eftir yvirgangsálopið síggja vit, at álopið í vaksandi mun motiverar persónar í høgraradikala umhvørvinum, skrivar PST.

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur við NRK, at niðurstøðan hjá trygdartænastuni er álvarsom.

 

Hann leggur dent á, at tað er týdningarmiklari enn nakrantíð at minnast hendingarnar 22. juli og at geva komandi ættarliðum vitan um yvirgangsálopið.

 

– Tað er ein ábyrgd, sum vit øll hava – politikarar, foreldur og onnur – at tryggja, at komandi ættarlið kenna søguna um yvirgangin, sum kostaði so mongum lívið, sigur hann við NRK.