Hava bíðað í meiri enn trý ár

Tey fingu sama rætt sum aðrir føroyingar, men fyribils er tað bara á pappírinum, tí eingir pengar fylgdu við

Fyri trimum og einum hálvum árum síðani vann ein bólkur av føroyingum sær ein sigur og tað var, at loksins var teirra mál viðurkent sum føroyskt mál. Bólkurin er teir føroyingar, sum eru deyvir og málið eitur »føroyskt teknmál, sum tá varð viðurkent sum alment mál í Føroyum.

Ingibjørg Jacobsen, sum er dagligur leiðari í  Deyvafelag Føroya, vísir til KvF í kvøld, har LGBT stríðist fyri at samkynd foreldur skulu fáa sama rætt til gjald úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur fáa. Løgmaður hevur lovað teimum eina loysn í november í fjør, men tey bíða enn

Men Ingibjørg Jacobsen vísir á, at nú hava tey deyvu bíða í trý og eitt hálvt ár. Hon sigur, at tá ið føroyskt teknmál varð viðurkent, sum alment mál, fylgdu somu rættindini við, sum allir aðrir føroyingar, ið tosa føroyskt, hava.

Og tey rættindi, hon sipar til, er at fáa alt føroyskt tilfar tulkað ella tekstað bæði í sjónvarpi, útvarpi og á føroyskum heimasíðum. Og tað er eisini rætturin til at fáa tulkar til undirvísing, til sosiala samveru og so framvegis.

– Hetta ljóðar alt so jaligt, men ikki ein króna fylgdi við hesi viðurkenning, sigur dagligi leiðarin í Deyvafelagnum.

– Síðani føroyskt teknmál varð viðurkent sum føroyskt mál, er onki framstig gjørt fyri at deyvir føroyingar skulu fáa betri atgongd til øll tey viðurskifti, sum eru púra nátúrlig hjá øðrum, sigur hon.

Til dømis at fáa øll, sum hoyra, atgongd til øll tíðindi, soleiðis at tey kunnu fylgja tí, sum hendir í samfelagnum, men tað er ikki ein rættir, sum deyvir føroyingar hava. Tey vísa eisini til samgonguskjalið, har tað stendur, at deyvatulkingartænastan verður styrkt

Hon vísir eisini á, at á Íslandsvegnum, har Deyvahúsið er, hava tey ein granna, sum tekur sær blindum brúkarum. Tey gera eitt stórt arbeiði fyri teirra brúkarar og fyri fleiri árum síðani gjørdust tey ein stovnur, nevniliga Sjóndepilin.

– Sjóndepilin hevur eina rakstrarjáttan uppá umleið 6,8 milliónir krónur um árið. Til samanberingar kann nevnast, at Deyvafelag Føroya fær 982.000 krónur til rakstur, sigur Ingibjørg Jacobsen

– Sjóndepilin hevur 10,5 fólk í starvi, men Deyvafelagið hevur ikki pening til at hava fólk í fulltíðarstarvi, hóast tað er tørvur á tí.

– Hvussu ber tað til, at hesi bæði feløg ikki verða javnsett, spyr hon. Og Deyvafelagið, ella Deyvastovnurin, sum tað átti at verið, um politiskur vilji var til tað, hevur sama ynski at taka sær av sínum limum sum til dømis tey blindu.

– Í báðum førum er talan um sonevnd sansabrek og síðani januar í fjør hava vit í Deyvafelag Føroya og tosa við Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Vit hava givið teimum okkara boð uppá, hvussu vit kundu skipa okkum, so deyv í Føroyum, og teirra avvarandi, kundu fingið ta hjálp og tann stuðul, sum tey eiga at fáa og hava rætt til.

– Øll, sum vit tosa við, eru jalig og siga seg skilja trupulleikan - men onki hendir. Vit rykkja og rykkja, men tað sigur tað sama. Ymsu ráðini skylda hvørt upp á annað, og ongin vil eiga rokningina, sigur hon.

– Tað hevði verið áhugavert at sæð, um nakar politikari hevði verið sinnaður at offra eina samgongu fyri at deyvir føroyingar kundu fingið síni rættindi undir somu treytum sum ein og hvør annar føroyingur, sigur dagligi leiðarin á Deyvafelagnum.

Hon sipar til, at Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sagt, at hann er til reiðar at offra samgonguna fyri at tryggja samkyndum foreldrum somu rættindi í barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.