Gongur tað sum ætlað, letur Norðoyatunnilin upp í mai mánaði næsta ár. Nógv verður gjørt burtur úr trygd og tilbúgving í sambandi við tunnilin, og Klaksvíkar Sjúkrahús verður eisini partur av hesari tilbúgving.
Har verða tey ikki tikin av fótum av einum nýggjum tunli.
Vit eru von við tunlar í okkara øki. Vit hava sjey aðrar tunlar í Norðoyggjum, sum vit hava havt í millum 20 og 40 ár. Hesar tunlar hava vit røkt, og hvørja ferð tað eru hendir skaðar í hesum tunlar, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús tikið sær av teimum, sigur Jákup Petersen, leiðandi yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað er nógv ferðsla í teimum gomlu og smølu tunlunum, sum eru í Norðoyggjum, og tað hava gjøgnum tíðirnar verið vanlukkur í hesum tunlum.
Tað koyra næstan túsund bilar ígjøgnum teir báðar tunlarnar úr Klaksvík og norður til Árnafjørð, Hvannasund og hinar bygdirnar, og har eru hendar nógvar vanlukkur gjøgnum árini.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið við til at tikið sær av hesum skaðum, prioritera og diagnostisera. Vit hava sortera sjúklingar, gjørt av hvør skal sendast heim, hvør skal leggjast inn í Klaksvík, hvør skal sendast til Landssjúkrahúsið, og hvør skal sendast til Ríkissjúkrahúsið. Hetta hevur riggað væl, heldur Jákup Petersen.
Nógv betur tunnil
Norðoyatunnilin verður gjørdur við nýggjastu tøkni, og hann verður nógv betur at koyra í, enn hinir gomlu tunlarnir í Norðoyggjum.
Nú kemur tunnil nummar átta. Hetta verður ein tunnil, sum endar inni í sjálvari Klaksvíkini, og tí verður tað tann nærmasti tunnilin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vit hava minni enn fimm minuttir at koyra til tunnilin, sigur Jákup Petersen.
Vit hava praktiskar royndir við skaðum, sum eru hendir í tunlum, og Norðoyatunnilin hevur tí onga stórvegis broyting við sær fyri okkara sjúkrahús. Norðoyatunnilin er hinvegin nógv tryggari enn hinir tunlarnir, og hann verður eisini nógv lættari at arbeiða í, skuldi nakað hent, sigur hann.