Hava fingið nýggjan leiðara

Tað vóru fimm umsøkjarar til starvið

Tað verður Magnus Pauli West, sum verður leiðari í Miðlatúni í Vági og í Visit Suðuroy í Vági. Tað boðar Vágs Býráð frá í kvøld.

Í summar varð lýst eftir leiðara til Miðlatún og Visit Suðuroy í Vági og tað vóru fimm umsøkjarar til starvið. Miðlatúnið er húsið mitt í Vági, har bókasavnið og Visit Suðuroy, sum er kunningarstovan í Vági, halda til. Tað var annars posthús, til tað varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani.

 Magnus Pauli er 32 ára gamal og er kandidatur í mentan, samskifti og globalisering,  og hann er eisini bachelor í International Business Communication, umframt at hann hevur akademi útbúgving í Altjóða handli og marknaðarføring. Harumframt hevur Magnus Pauli eisini tikið ískoytisútbúgving í talgildari marknaðarføring.

 Magnus Pauli hevur arbeiðsroyndir frá almennu og privatu vinnuni, bæði her í Føroyum og uttanlands, og hartil hevur hann eisini drúgvar royndir frá arbeiði í sjálvbodnum felagsskapi.

Magnus Pauli og familjan hava búð í Danmark hesi seinastu árini, men nú flyta tey til Vágs, har Magnus Pauli byrjar í starvinum fyrst í november.