Tey, sum seldu tosk og hýsu um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár, fingu væl meiri fyri fiskin enn somu mánaðir í fjør. Hinvegin fingu tey, sum seldu upsa, munandi minni burturúr.
Í januar og februar í ár seldi Fiskamarknaðurin 876 tons av toski, sum fóru fyri 13,9 milliónir krónur, og meðalprísurin var sostatt 15,87 krónur fyri kilo. Somu mánaðir í 2013 fóru 758 tons av toski fyri 10,4 milliónir krónur um uppboðssøluna. Meðalprísurin tá var 13,74 krónur fyri kilo.
Hýsuprísurin er hækkaður enn meiri. Í januar og februar í 2013 seldi Fiskamarknaðurin 630 tons av hýsu fyri 6,2 milliónir krónur ella 9,92 krónur í meðal fyri kilo.
Somu mánaðir í ár seldi Fiskamarknaðurin 693 tons av hýsu, sum fóru fyri 9,5 milliónir krónur. Meðalprísurin fyri kilo var 13,71 krónur.
Hinvegin er upsaprísurin fallin hetta seinasta árið, og nógv minni av upsa er farin um uppboðssøluna í ár enn um somu tíð í fjør. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør seldi Fiskamarknaðurin 155 tons av upsa fyri 1,7 millión krónur ella 10,91 krónur í meðal fyri kilo. Sama tíðarskeið í ár fóru 46 tons um marknaðin. Søluprísurin var 394.000 krónur og meðalprísurin sostatt 8,56 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya 2.534 tons í januar og februar í ár fyri 39,4 milliónir krónur. Somu mánaðir í fjør seldi hann 2.643 tons fyri 34 milliónir krónur.